Kynsligur ágangur á arbeiðsplássinum 

Kynsligur ágangur ella sexchikana á arbeiðsplássinum er eitt serligt slag av happing. Hetta slag av happing umfatar allar óynsktar gerðir av kynsligum slag ella aðrari kynsbundnari atferð, sum særir og ger seg inn á virðingina av konu- ella mannfólki á arbeiðsplássinum.

Kynsligur ágangur á arbeiðsplássinum kann skiljast sundur í tvey sløg; kynsligur ágangur framdur av starvsfelagum ella leiðara og kynsligur ágangur framdur av viðskiftafólki/borgara. Fyribyrging og handfaring av kynsligum ágangi er lutvíst tongd at, hvør tað er, sum fremur ágangin.

Tað kann vera torført at seta eitt mark fyri, hvørjar gerðir kunnu verða góðtiknar, og hvørjar ikki eru í lagi. Arbeiðspláss hava ymiskar mentanir, og mentanin ger ofta av, hvat ið verður góðtikið, og hvat ið ikki verður. Tó er meginreglan tann, at ein kynslig atgerð er kynsligur ágangur, um atgerðin er óynskt av tí persóninum, ið hon verður framd móti.

Dømir um kynsligan ágang á arbeiðsplássinum (sexchikanu)

 

 Dømi um ágangandi atgerðir av kynsligum slagi eru:

  • Óynskt at verða nortin við t.d. mussaður, nomin á bróst ella gin, at verða klappaður á afturpartin og nomin við á lendar ella rygg
  • Óynskt munnlig eggjan til kynsligt samband
  • Fúlar skemtisøgur
  • Sexistiskar viðmerkingar ella skemtisøgur 
  • Kynsliga merktur telefonágangur
  • Óviðkomandi fyrispurningar um kynslig evni o.l.
  • Aðrar atgerðir sum t.d. at vísa pornografiskar myndir ella filmar.

Fyribyrging og handfaring av kynsligum ágangi (sexchikanu)

Kynsligur ágangur (sexchikana) og annar mannminkandi atburður eru ein álvarslig arbeiðsumhvørvislig avbjóðing, sum skal fyribyrgjast og handfarast rætt. Hesum hevur arbeiðsgevarin lógarkravda skyldu at syrgja fyri. 

Nógv mál um ágang síggja ongantíð dagsins ljós og verða ikki handfarin ella viðgjørd á arbeiðsplássinum. Hetta møguliga tí at mentanin á arbeiðsplássinum styðjar uppundir ágangin. Tað hevur tí alstóran týdning, at arbeiðsgevari ella leiðslan er greið í sínum boðskapi um at kynsligur ágangur og annar mannminkandi atburður ikki verður góðtikin á arbeiðsplássinum. 

Í arbeiðinum at fyribyrgja og handfara kynsligan ágang kunnu arbeiðsgevarar og leiðsla m.a. 

  • Gera øllum starvsfólkum greitt, hvonn hugburð arbeiðsplássið hevur til kynsligan ágang
  • Gera øllum starvsfólkum greitt, hvør atburður ikki verður góðtikin á arbeiðsplássinum
  • Áseta eina null-toleransu fyri øllum slagi av ágangi og happing
  • Gera eina mannagongd fyri fráboðan av kynsligum ágangi
  • Gera leiðreglur um kynsligan ágang og annan mannminkandi atburð
  • Gera eina mannagongd fyri fráboðan av ágangi
  • Gera eina mannagongd fyri handfaring av fráboðanum um kynsligan ágang 
  • Halda kjak og orðaskifti á einum fakligum støði og ikki góðtaka háðan, spott ella persónlig álop
  • Førleikamenna leiðarar, soleiðis at leiðarar duga at handfara evnið kynsligur ágangur, truplar støður og samrøður

 

Uppskot um, hvat leiðreglurnar kunnu lýsa, um arbeiðsplássið kann handfara kynsligan ágang

  1. Hvønn og hvar skal starvsfólkið fráboða til?
  2. Hvussu verður fráboðanin kannað og viðgjørd? Kanningin eigur at verða gjørd av einum uttanveltaðum/óheftum og allir partar mugu føla, at teirra síða av søguni verður hoyrd og tikin í álvara.
  3. Hvussu skal eitt starvsfólk fyrihalda seg, um leiðarin er ein partur av trupulleikanum?
  4. Hvønn kunnu starvsfólk venda sær til fyri at fáa hjálp og ráðgeving?
  5. Hvussu taka vit hond um starvsfólk, ið eru blivin illa fyri orsakað av kynsligum ágangi ella øðrum mannminkandi atburði?
  6. Hvørji møgulig revsitiltøk skal arbeiðsplássið hava móti tí, ið fremur ágang?
  7. Hvørji møgulig revsitiltøk skal arbeiðsplássið hava móti tí, ið leggur fram falska ákæru?

Hvat geri eg, um eg havi verið fyri kynsligum ágangi á arbeiðsplássinum?

  • Skriva niður um tað, ið er farið fram. Royn at skilja sundur tað, ið fór fram, og hvussu tú sjálvur upplivdi støðuna. Hetta ger tað lættari at síggja støðuna uttanífrá, samstundis sum tað kann vísa møguligt mynstur í hendingagongdini.
  • Set teg í samband við trygdarumboð/álitisfólk ella leiðara og greið frá støðuni.
  • Ger tær tankar um, hvussu tú heldur, at trupulleikin kann verða loystur.
  • Tosa um trupulleikarnar við ein, tú hevur álit á.
  • Bið um hjálp frá einum, tú hevur álit á.

Hvat geri eg um onkur annar er fyri kynsligum ágangi á arbeiðsplássinum?

  • Vís týðiliga, at tú tekur frástøðu frá áganginum.
  • Boða frá til leiðslu ella trygdarumboð.
  • Ansa eftir, at tú sjálvur ikki gerst partur av áganginum.
  • Tak tær tíð til at tosa við og lurta eftir tí, ið hevur verið úti fyri kynsligum ágangi

Fráboðanir um kynsligan ágang á arbeiðsplássinum

Fráboðanir um kynsligan ágang skulu verða tiknar í álvara. Tá ið kynsligu atgerðirnar umfata ein leiðara, kann verða neyðugt at fáa fólk útifrá til at hjálpa við at loysa trupulleikan.

Viðmælt verður, at arbeiðspláss hava eina fasta mannagongd fyri, hvussu starvsfólk fráboða kynsligum ágangi á arbeiðsplássinum. Ávís fólk kunnu verða tilnevnd sum kontaktpersónar t.d. trygdarumboð/álitisfólk í sambandi við happing ella kynsligar ónáðir. Øllum starvsfólki skal gerast greitt við jøvnum millumbilum, hvørji hesi fólkini eru.

 

Kynsligur ágangur framdur av viðskiftafólki/borgara

Á arbeiðsplássum, har starvsfólkini eru í vanda fyri at verða fyri kynsligum ágangi frá viðskiftafólki ella øðrum borgara, hevur arbeiðsgevarin skyldu at gera sítt til at fyribyrgja og handfara kynsliga ágangin, ið hesi viðskiftafólk ella borgarar fremja.  

Upplæring

Upplæring av starvsfólki kann verða ein liður í fyribyrging og handfaring av kynsligum ágangi frá viðskiftafólki/borgarum. Í upplæringini eiga starvsfólk at fáa viðkomandi kunning um tey viðskiftafólk/borgarar, ið starvsfólkini í arbeiðinum hava við at gera, og at fáa kunning um, hvørjar støður innibera vanda fyri kynsligum ágangi, og hvussu hesar støður skulu handfarast. Arbeiðsplássið eigur at hava leiðreglur um, hvussu ágangur verður fyribyrgdur og eina fasta mannagongd fyri, hvussu farast skal fram, tá iðeitt viðskiftafólk ella ein borgari hevur fram ágang móti einum starvsfólki.

Skipan av arbeiði sum fyribyrgingaramboð

Tann háttur, sum arbeiðið er skipað á, kann vera við til at fyribyrgja kynsligum ágangi. T.d. kann tað í summum førum vera neyðugt at tað altíð eru tvey starvsfólk til staðar, ella at innrættingin av hølunum er soleiðis háttað, at starvsfólk lætt og skjótt kunnu rýma út úr hølunum.

Gevið tykkum far um, um tað eru ávísar støður ella løtur, har ið starvsfólkini eru í serligum vanda fyri at vera fyri ágangi. Takið støði í tykkara arbeiðsuppgávum og í hvussu tit á bestan hátt kunnu loysa arbeiðsuppgávurnar og samstundis fyribyrgja at viðskiftafólk/borgarar fremja ágang móti starvsfólkum.

Legg dent á fakligheit og sparring

Kynsligur ágangur framdur av viðskiftafólki/borgarum er ein felags avbjóðing. Tosið tí um, hvussu tit kunnu nýta royndir og fakligheit til at fyribyrgja ágangi. Umhugsið um tit hava røttu førleikarnar og hvussu tit leypandi kunnu styrkja tykkara fakligheit, soleiðis at hon kann nýtast sum liður í fyribyrging av kynsligum ágangi. Tað er umráðandi at hava neyðugu vitanina, amboðini og stuðulin. Hugsið um, hvussu leiðsla og starvsfólk sínámillum kunnu nýta skipaða sparring og supervisión til at læra av royndum og avbjóðing hjá hvørjum øðrum. Gevið teimum starvsfólk, ið arbeiða nógv einsamøll, eyka gætur.

Lær av hendingum

Um tit hava upplivað hendingar við kynsligum ágangi framdar av viðskiftafólki/borgara, tosið tá um tykkara royndir og um hvussu tit hava handfarið ymiskar støður. Tosið um, hvussu tit á bestan hátt kunnu brúka tykkara royndir í planleggingini av arbeiðinum, soleiðis at líknandi hendingar ikki endurtaka seg. Sum liður í planleggingini kann tað vera eitt gott hugskot at skráseta hendingar við kynsligum ágangi. Á henda hátt ber til at fáa eitt yvirlit yvir, hvar, nær og í hvørjum støðum ágangurin fer fram.

Avleiðingar av kynsligum ágangi á arbeiðsplássinum

Kynsligur ágangur er ofta tengdur at tabu, fordómum, mýtum og skemtisøgum. Kynsligur ágangur kann tó hava stórar neiligar fylgjur við sær, bæði fyri einstaka starvsfólkið og fyri arbeiðsplássið.

Avleiðingarnar fyri arbeiðsplássið kunnu vera lágt starvsnøgdsemi millum starvsfólk, økt frávera, at minni kemur burturúr og at tað er stór útskifting av starvsfólki.

Tað hevur tí stóran týdning at arbeiðspláss miðvíst leggja dent á at fyribyrgja kynsligum ágangi. Arbeiðspláss eiga at arbeiða við at kanna um kynsligum ágangur fer fram á arbeiðsplássinum og hvussu fyribyrgjast kann fyri at starvsfólk uppliva kynsligan ágang.