Fráboðan um byggipláss
Hvørji byggipláss skulu fráboðast?
Byggipláss skulu fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, áðrenn arbeiðið byrjar, um:
- arbeiðið verður mett at taka meira enn 30 arbeiðsdagar, og at í minsta lagi 20 arbeiðsfólk starvast samstundis, ella
- tann metta arbeiðsmongdin er meira enn 500 mansdagar.
Hvør skal geva fráboðan?
Fráboðanin skal verða gjørd av byggiharranum ella av tí persóninum, sum byggiharrin hevur latið hetta upp í hendi.
Fráboðanin kann verða gjørd talgilt her niðanfyri ella á eitt oyðublað (oyðublað). Avrit av fráboðanini og móttøkuváttanini skal setast upp á einum sjónligum staði á byggiplássinum.
Hví skal eitt byggipláss fráboðast?
Arbeiðs- og brunaeftirlitið nýtir tær innsendu fráboðanirnar til at leggja til rættis eftirlitsvitjanir av byggiplássinum.