Arbeiðsumhvørvisráðið
Sambært § 52 í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi verður landsstýrismanninum heimilað at seta eitt Arbeiðsumhvørvisráð við 2 limum umboðandi arbeiðsgevarafeløgini, 2 limum umboðandi arbeiðstakarafeløgini, 1 limi umboðandi landið og kommunufeløgini, og 1 limi umboðandi starvsfólkini hjá landinum og kommununum og sama tal av tiltaksumboðum.
Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og varaformann fyri eitt 4 ára skeið eftir tilmæli frá omanfyri nevndu umboðum.
Starvsskeiðið hjá ráðnum er 4 ár.
Endamálið hjá Arbeiðsumhvørvisráðnum er at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.
Ráðið skal ráðgeva landsstýrinum í spurningum innan arbeiðsumhvørvi, heilsu- og sosialmál, tekniskar spurningar, útbúgving og onnur mál av felags áhuga fyri arbeiðsumhvørvið.
Valskeiðið hjá sitandi ráð er frá desember 2025 og til desember 2029.
Limirnir í ráðnum eru:
Forkvinna: Evelyn Gaard
- Umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini: Marius Thomassen
- Umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini: Irdi Neshamar
- Umboð fyri arbeiðstakarafeløgini: Heri Vík
- Umboð fyri arbeiðstakarafeløgini: Suni Simonsen
- Umboð fyri landið og kommunufelagið: Bina Reginsdóttir
- Umboð fyri starvsfólkini hjá landinum og kommununum: Annika Helgadóttir Davidsen
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er skrivstova hjá ráðnum. Skrivari hjá ráðnum er Eva-Maria í Dali Kruse: emidk@arb.fo.