Fráboðan, læknaváttan og freist

Arbeiðsvanlukkur skulu fráboðast av arbeiðsgevaranum hjá tryggjaða. Arbeiðsgevarin skal lata fráboðanina um arbeiðsskaða inn til tryggingarfelagið, har hann hevur teknað arbeiðsskaðatrygging.

Fráboðan um vinnusjúku, skal viðkomandi lækni lata Vanlukkutryggingarráðnum beinleiðis. 

Er talan um ein sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara (lands- ella ríkismyndugleikar), skal arbeiðsgevarin lata Vanlukkutryggingarráðnum fráboðanina beinleiðis.

Verður fráboðanarskyldan ikki hildin, kann tað hava bót og endurgjaldsábyrgd við sær.

Fráboðan verður gjørd á serligum oyðublað, sum verður útflýggjað av tryggingarfelagnum ella við at venda sær til Vanlukkutryggingarráðið á vanlukkutrygging@arb.fo.

Læknaváttan

Læknaváttan 1 skal vanliga latast inn saman við øllum fráboðanum um arbeiðsskaða. Læknaváttanin er partur av oyðiblaðnum, ið verður útflýggjað av tryggingarfelagnum ella Arbeiðseftirlitinum.

Oyðublaðið fæst við at venda sær til Vanlukkutryggingarráðið á vanlukkutrygging@arb.fo, ella við at taka tað niður á heimasíðuni undir "oyðubløð".

Tannlæknaváttan

Tannlæknaváttan 1 skal vanliga latast inn saman við fráboðan um tannskaða.

Oyðublað til váttanina kann takast niður á heimasíðuni undir "oyðubløð". 

Skyldan hjá arbeiðsgevara og tryggjaða

Arbeiðsgevarin og tryggjaði skulu síggja til, at váttanin er viðløgd fráboðanarskjalinum. Vantar váttanin, kann Vanlukkutryggingarráðið ikki fyrireika málið at leggja fyri ráðið, og sendir hana tískil aftur.

Hvør rindar fyri læknaváttanir ella læknakanningar

Skaddi skal ikki gjalda fyri læknaváttanir ella læknakanningar, sum Vanlukkutryggingarráðið biður um.

Tryggingarfelagið ella Vinnusjúkugrunnurin rinda. Er talan um sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara, skal hesin rinda fyri læknaváttanirnar ella -kanningarnar, ið ráðið biður um. Vanlukkutryggingarráðið kunnar arbeiðsgevaran um hetta

Fráboðanarfreist

Arbeiðsskaðar og vinnusjúkur skulu fráboðast beinanvegin og seinast innan 9 yrkadagar. Boðar arbeiðsgevarin ikki frá, má tryggjaði sjálvur greiða fráboðanina.

Ein endalig fráboðanarfreist er galdandi, og hendan er 1 ár roknað frá skaðadegnum.

Fyri vinnusjúkur verður fráboðanarfreistin roknað frá tí degi, tann fráboðanarskyldugi gjørdist varugur við, at sjúkan kann vera treytað av arbeiðinum.

Bert í heilt serligum førum kann víkjast frá endaligu fráboðanarfreistini.