Arbeiðseftirlitið

Arbeiðseftirlitið er eftirlits- og vitunarstovnur undir Almanna- og bústaðarmálaráðnum.

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við at fremja eftirlitsvitjanir, leiðbeina áhugapørtum og granska óynsktar hendingar - t.d. álvarslig arbeiðsóhapp

Stovnurin er føroyski myndugleikin innan:

  • Arbeiðsumhvørvi 
  • Eltrygd
  • Mát og vekt (metrologi)
  • Vinnuligt kavaravirksemi
  • Spreingievni og spreingiarbeiði
  • Fýrverk
  • Roykfríum umhvørvi

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitinarstøðið á økjum sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við at fremja eftirlitsvitjanir, leiðbeina áhugapørtum og granska óynsktar hendingar - t.d. álvarslig arbeiðsóhapp. 

Arbeiðseftirlitið ráðgevur landsstýrifólkunum innan ábyrgdarøkini hjá stovninum.

Gjaldsupplýsingar v.m.

Virkistal:              422061
Stovnsnummar:  125920
EAN-nummar:     5797100000331

Faktura bústaður hjá Arbeiðseftirlitinum: 

Arbeiðseftirlitið 
Co/ Føroya Gjaldstova 
Traðargøta 39 
160 Argir

Starvsfólk

Stjóri

Tummas Pauli Juul
Virkandi stjóri 


Stjórnarskrivstovan

Anna Arnfríðudóttir Andresen 
Ráðgevi 

Anja Joensen
Stjórnarskrivari 

Deildin fyri umsiting og løgfrøði

Sirið Ingemarsdóttir Hjelm
Deildarleiðari og dátuverndarfólk 

Umsitingartoymið

Kristina Fossa Højgaard
Skrivstovufulltrui 

Sólgerð Hjørleifsdóttir
Skrivstovufulltrui 

Løgtoymið

Jóhanna Sigridardóttir 
Fulltrúi 

Beinta Hovgaard
Fulltrúi 

Gitte Wernice Fjallsbak
Fulltrúi 


Deildin fyri eftirlit og trygd


Knút Hansen
Eftirlitsfólk 

Jaspur Neshamar
Eftirlitsfólk 

Petur Olsen
Eftirlitsfólk 

Bogi Winther
Eftirlitsfólk 

Heri Eyðunsson Kjærbo
Eftirlitsfólk 

Danny Osberg Højsteed
Eftirlitsfólk 

Eva-Maria í Dali Kruse
Skrivstovufulltrui 

Søga

Arbeiðseftirlitið
Arbeiðseftirlitið í Føroyum hevur sín uppruna í gamla ‘Fabrikstilsynet’ og ‘Dampkedeltilsynet’ frá 1870-árunum.  

Arbeiðsmarknaðarmál vóru millum fyrstu føroysku málsøkini, sum vóru yvirtikin, aftaná at heimastýrislógin kom í gildi í 1948.

Arbeiðseftirlitið varð sett á stovn við løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd og fór at virka frá 1975. Arbeiðseftirlitið avloysti tá gamla ‘Maskineftirlitið‘ og var fyrstu árini partur av teknisku fyrisitingini hjá Landsstýrinum.

Myndugleikin gjørdist sjálvstøðugur almennur stovnur í fyrru helvt av 1980’unum við Eli Davidsen sum stjóra.  

Í seinnu helvt av 1980-árunum vaks játtanin hjá Arbeiðseftirlitinum, og stovnurin varð deildur sundur í deildir kring landið. Stórar sparingar vórðu tó framdar fyrst í 1990-árunum, sum høvdu við sær, at deildirnar kring landið stongdu, og at stovnurin varð savnaður í Tórshavn.  

Í 2000 avloysti nýggja arbeiðsumhvørvislógin gomlu arbeiðaraverndarlógina frá 1974. Nýggja lógin breiðkaði virkisøkið hjá stovninum munandi.

Brunaeftirlitið
Brunaeftirlitið (fyrr Brunaumsjón landsins) varð sett á stovn í 1986 við heimild í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. Fyrstu nógvu árini var myndugleikin skipaður sum ein deild hjá Landsverkfrøðingastovninum, men varð seinni egin stovnur við Petur á Lava Olsen sum stjóra.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Í 2017 vórðu Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið løgd saman í Arbeiðs- og brunaeftirlitið. 

Í 2022 vóru økini ´Eltrygd' og ´Samskipan av tilbúgving' løgd til stovnin at umsita.

Í 2024 varð umsitingin av arbeiðskaðatryggingarlógini løgd til stovnin at umsita.