Fyribyrging av arbeiðsóhappum
Arbeiðspláss kunnu og skulu fyribyrgja arbeiðsóhappum. Munagóð fyribyrging krevur, at øll á arbeiðsplássinum eru við. Arbeiðsgevari, leiðsla og trygdarskipanin hava hvør sín leiklut og uppgávur í arbeiðinum við arbeiðsumhvørvinum og í arbeiðinum at fyribyrgja arbeiðsóhappum.
Arbeiðsgevarin
Arbeiðsgevarin hevur høvuðsábyrgdina av at arbeiðið kann fara fram á ein tryggan og heilsuliga fult forsvarligan hátt. Tí hevur arbeiðsgevarin eisini ábyrgd at fyribyrgja at arbeiðsóhapp henda.
Í arbeiðinum at fyribyrgja arbeiðsóhappum eigur arbeiðsgevarin m.a. at syrgja fyri fylgjandi:
- At skipað samstarv er um arbeiðsumhvørvisarbeiðið á arbeiðsplássinum, herundir um at fyribyrgja og handfara arbeiðsóhapp, tá ið tey eru hend.
- At metingar verða gjørdar av arbeiðsumhvørvinum og at vandin fyri arbeiðsóhappum verður kortlagdur.
- At arbeiðsóhapp og nærumóhapp verða skrásett í innanhýsis skipan á arbeiðsplássinum.
- At orsøkirnar til arbeiðsóhapp og nærumóhapp verða kannaðar og at vitanin verður nýtt til at seta í verk átøk, ið hava sum endamál at fyribyrgja at líknandi óhapp ella nærumóhapp endurtaka seg.
- At arbeiðsóhapp verða rætt fráboðað. Um arbeiðsóhappið hevur við sær óarbeiðsføri í 1 ella fleiri dagar umframt skaðadagin, so skal hendingin fráboðast sum eitt arbeiðsóhapp til Arbeiðseftirlitið.
Talgild fráboðan um arbeiðsóhapp - Arbeiðseftirlitið.
Leiðslunnar leiklutir og uppgávur
Skal tað eydnast at fyribyrgja arbeiðsóhappum, er alneyðugt, at leiðslan hevur ein virknan leiklut og gongur á odda í hesum. At dentur verður lagdur á trygd eigur at síggjast aftur í øllum leiðsluløgum og vera ein natúrligur partur av dagliga virkseminum á arbeiðsplássinum.
Fyribyrging av arbeiðsóhappum hevur eisini fíggjarligan týdning. Eitt gott arbeiðsumhvørvi uttan óhapp hevur fíggjarligar fyrimunir, men tað er neyðugt at gera íløgurnar í fyribyrgjandi arbeiðið.
Tað hevur stóran týdning fyri fyribyrging av arbeiðsóhappum, at leiðslan m.a. leggur dent á at:
- Skapa eina trygdarmentan við greiðum virðum og málum.
- Gera arbeiðsumhvørvi og trygd til fastar tættir á deildarfundum, starvsfólkafundum, toymisfundum og leiðarafundum.
- Orða greiðar vegleiðingar og mannagongdir, sum tryggja eitt áhaldandi og miðvíst arbeiðsumhvørvisarbeiði.
- Taka starvsfólkini við uppá ráð í fyribyrgjandi arbeiðinum.
- Styrkja kunnleikan til og ábyrgdarkensluna fyri arbeiðsumhvørvi og trygd á øllum leiðslustigum.
Arbeiðsóhapp kunnu gerast kostnaðarmikil
Bæði beinleiðis og óbeinleiðis fíggjarligar útreiðslur eru knýttar at arbeiðsóhappum. Eitt álvarsligt arbeiðsóhapp kann tí kosta arbeiðsplássinum nógv. Beinleiðis útreiðslur kunnu til dømis vera løn til skadda starvsfólkið undir fráveru og útreiðslur til avloysarar. Óbeinleiðis útreiðslurnar eru ofta minst tvífalt so høgar. Hetta fevnir til dømis um útreiðslur til fyrisiting, kunning, fyribyrging og framleiðslumiss í sambandi við óhappið.
Trygdarbólkurin: leiklutir og uppgávur
Trygdarbólkurin hevur fleiri týðandi uppgávur í sambandi við fyribyrging av arbeiðsóhappum. Uppgávurnar eru m.a. at:
- Hava eitt vakið eyga við heilsu- og trygdarviðurskiftunum í tí dagliga og ansa eftir at arbeiðið verður gjørt sambært reglunum.
- Luttaka í kanningini av arbeiðsóhappum og nærumóhappum fyri at finna orsøkirnar, læra og fyribyrgja at líknandi óhapp henda aftur.
- Virka sum sambindingarlið millum starvsfólk og trygdarnevndina (har ein slík er) og leiðsluna á arbeiðsplássinum við at kunna hesi um arbeiðsumhvørvisavbjóðingar og koma við møguligum uppskotum til at betra arbeiðsumhvørvið.
- Styrkja trygdarmentanina við at eggja starvsfólkum til at taka ábyrgd fyri trygd og heilsu, bæði hjá teimum sjálvum og starvsfelagum.
Trygdarbólkurin hevur ein týðandi leiklut í at fyribyrgja og viðgera arbeiðsóhapp, sum eru hend. Samstundis er tað ein partur av fyribyrgingararbeiðinum at tryggja, at dagliga arbeiðið verður framt á ein tryggan og heilsuliga fult forsvarligan hátt, soleiðis at starvsfólk ikki verða útsett fyri óhóskandi ávirkanum í sambandi við arbeiðið.
Trygdarumboðið
Trygdarumboðið er bindiliðið millum starvsfólk og leiðslu og hevur ein týdningarmiklan leiklut í arbeiðinum at styrkja og menna trygdarmentanina á arbeiðsplássinum.
Trygdarumboðið hevur ofta sína dagligu gongd á arbeiðsplássinum og kennir tí væl arbeiðsumstøðurnar og teir vandar, sum kunnu elva til arbeiðsóhapp. Henda vitanin er týdningarmikil í arbeiðinum at fyribyrgja óhappum og økja um trygdina.
Øll starvsfólk skulu hava møguleika at seta seg í samband við trygdarumboðið, sum ofta hevur ítøkiliga vitan um viðurskifti í arbeiðsumhvørvinum, sum kunnu verða viðkomandi í arbeiðinum at fyribyrgja arbeiðsóhappum.
Nógv arbeiðspláss hava góðar royndir við at taka onnur starvsfólk við servitan innan ymisk øki við í fyribyrgjandi trygdararbeiðið. Hetta gevur breiðari fakliga vitan og styrkir samstundis arbeiðið við at fremja og rótfesta trygdaratøk á arbeiðsplássinum.
Starvsfólkini: leiklutir og uppgávur
Øll starvsfólk hava lógarkravda skyldu at vera við til at tryggja eitt gott og trygt arbeiðsumhvørvi. Tey skulu fylgja teimum vegleiðingum og mannagongdum, sum eru galdandi fyri arbeiðið, til dømis um trygd og arbeiðshættir.
Verða starvsfólk varug við viðurskifti í arbeiðinum, sum kunnu elva til arbeiðsóhapp ella aðrar trygdarligar vandar, skulu tey boða nærmasta leiðara ella trygdarnevndini frá hesum. Á tann hátt kunnu vandar verða tiknir í álvara og fyribyrgdir, áðrenn óhapp henda.