Fráboðan um arbeiðsóhapp

Eitt arbeiðsóhapp ella ein arbeiðsvanlukka er sambært arbeiðsumhvørvislóggávuni ein persónskaði, ið er hendir orsakað av einum arbeiði í tænastu fyri ein arbeiðsgevara, og sum hevur við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin.

Slíkar hendingar, umframt allar eitranir, skulu fráboðast Arbeiðseftirlitinum sum skjótast, og áðrenn 9 dagar eru farnir.

Er talan um álvarsligar vanlukkur og eitranir, skal Arbeiðseftirlitið verða fráboðað beinanvegin umvegis telefon. 

Skriva í teigarnar niðanfyri fyri at fráboða um arbeiðsóhapp:



Møgulig frágreiðing
Møgulig frágreiðing

Hvør skal boða frá?

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at boða frá teimum vanlukkunum, sum raka hansara arbeiðsfólk. Rakar ein vanlukka onkran, sum ikki arbeiðir í fyritøkuni, eigur viðkomandi sjálvur at syrgja fyri, at boðað verður frá. Eisini tey, sum eiga ella brúka maskinur, hava skyldu at boða frá vanlukkum.

Hvussu skal fráboðast?

Arbeiðsskaðar kunnu fráboðast talgilt til Arbeiðseftirlitið við funkuni omanfyri.

Arbeiðsóhapp/arbeiðsvanlukkur kunnu tó framvegis fráboðast við einum oyðublaði frá Arbeiðseftirlitinum: Oyðublað. Oyðublaðið skal sendast til Arbeiðseftirlitið við telduposti til vanlukkur@arb.fo ella við vanligum posti til ‘Arbeiðseftirlitið, Óðinshædd 11, 2. hædd, 100 Tórshavn'.

Endurgjald og Vanlukkutryggingarráðið

Arbeiðseftirlitið umsitur lóggávuna um endurgjald í sambandi við avleiðingar av arbeiðsskaða. Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerðir í málum viðvíkjandi arbeiðsskaðum, herundir eisini mál um vinnusjúku vegna arbeiði.

Teldupostur: vanlukkutrygging@arb.fo

Tlf.: 442222