Góðskuleiðsluskipan fyri elinnleggjarafyritøkur
Allir nýggja elinnleggjarafyritøkur, ið blíva løggildir aftaná 31. desember 2021 skulu lúka kravið um góðskuleiðsluskipan sambært kunngerð nr. 20 frá 22. februar 2022 um góðskuleiðsluskipan fyri løggildar elinnleggingarfyritøkur.
Skipanin, hevur til endamáls at tryggja, at eltrygdarkrøvini eru lokin í sambandi við innleggingararbeiði. Roknað verður við, at hetta í longdini fer at hava betri eltrygd við sær.
Góðskuleiðsluskipanin byggir á meginregluna í tí vanligu ISO-góðskustýringsskipanini, sum er ætlað at stýra góðskuni á eini framleiðslu, og sum ásetur eina røð av mannagongdum, sum eru neyðugar fyri at tryggja einsháttaða framleiðslu.
Ein fyritøka, sum søkir um løggilding aftaná 31. Desember 2021 , skal leggja fram skjalprógv fyri, at hon hevur eina góðskuleiðsluskipan.
Allir elinnleggjarar, ið vóru løggildir áðrenn 1. januar 2022 skulu lúka kravið um góðskuleiðlsuskipan áðrenn 1. januar 2024.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið góðkendur eftirkanningarinstansur góðkennir góðskuleiðsluskipanina og eftirkannar hana leypandi.
Arbeitt verður við einari vegleiðing um góðskuleiðlsuskipan.