Tryggingarskylda

Endurgjøldini og veitingarnar, sum ráðið játtar, verða rindað av tryggingarfelagnum og arbeiðsgevaranum. Endurgjøldini og veitingarnar í sambandi við vinnusjúkur verður rindað av Vinnusjúkugrunninum.

Allir arbeiðsgevarar, sum í starvi hava persónar at arbeiða støðugt ella fyribils á føroyskum landøki, sjóøki ella loftsrúmi, hava skyldu til at tryggja teirra starvsfólk ímóti avleiðingum av arbeiðsskaðum og vinnusjúkum. Tryggingarskyldan er eisini galdandi fyri føroysku kommunurnar.

Øll sjálvstøðugt vinnurekandi í Føroyum hava eisini skyldu at tekna trygging fyri egnan persón.

Landið og Danmarkar Ríki hava yvirtikið arbeiðsgevarábyrgdina fyri tryggingina (sjálvtrygging).

Allir tryggingarskyldugir arbeiðsgevarar og øll sjálvstøðugt vinnurekandi hava skyldu til at tekna arbeiðsskaðatrygging hjá tryggingarfelagnum.

Allir tryggingarskyldugir arbeiðsgevarar og øll sjálvstøðugt vinnurekandi umframt landið og Danmarkar Ríki hava eisini skyldu til at rinda gjald til Vinnusjúkugrunnin. Gjaldið er 0,10 % av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn av Vinnusjúkugrunninum.