Starvast 20 starvsfólk ella fleiri á arbeiðsplássinum ella deildini, skal trygdar- og heilsuarbeiðið samskipast soleiðis, at umframt trygdarbólk skal eisini ein trygdarnevnd skipast. Hetta vil siga, at fyrst verður ein ella, um neyðugt, fleiri trygdarbólkar skipaðir. Hevur arbeiðsplássið fleiri deildir ella øki, verður viðmælt, at hvør deild ella hvørt øki hevur sín egna trygdarbólk.
Síðani verður ein trygdarnevnd skipað.
Er bert ein trygdarbólkur, skulu báðir limirnir í hesum bólkinum saman við arbeiðsgevaranum ella einum umboði fyri arbeiðsgevaran, manna trygdarnevndina. Trygdarnevndin telur sostatt í alt 3 limir: eitt starvsfólk, ein arbeiðsleiðari/formann og ein arbeiðsgevari ella eitt umboð fyri hann.
Eru tveir ella fleiri trygdarbólkar, skal trygdarnevndin verða mannað av tveimum starvsfólkaumboðum úr trygdarbólkunum, tveimum arbeiðsleiðarum/formonnum úr trygdarbólkunum umframt arbeiðsgevaranum ella einum umboði fyri arbeiðsgevaran. Trygdarnevndin telur tá í alt 5 limir: tvey starvsfólk, tveir arbeiðsleiðarar/formenn og ein arbeiðsgevara ella eitt umboð fyri hann.
Limirnir í trygdarskipanini eru valdir fyri 2 ár. Afturval er loyvt, og álitisfólk kunnu vera trygdarumboð samstundis.
Um ein arbeiðsleiðari ella eitt trygdarumboð fara frá sum limir í trygdarbólkinum, fara teir samstundis frá sum limir í trygdarnevndini.
Sum hægsti liður í trygdarskipanini á arbeiðsplássinum, skal trygdarnevndin ráðleggja, leiða og samskipa øll tiltøk og arbeiði, ið hava týdning fyri trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum.
Trygdarnevndin skal:
- Hava eftirlit við trygdar- og heilsuarbeiðinum
- Veita kunning og leiðbeining til trygdarbólkarnar um trygdar- og heilsuarbeiðið
- Kanna atvoldir til arbeiðsóhapp, eitringar og skaðar annars
- Seta í verk tiltøk fyri at forða fyri, at arbeiðsóhapp, eitringar ella skaðar endurtaka seg
- Eina ferð um árið gera eitt yvirlit yvir arbeiðsóhapp, eitringar og aðrar skaðar á arbeiðsplássinum
- Halda seg kunnigan um reglur, ið eru ásettar fyri trygd og heilsu á arbeiðsplássum
- Gera leiðreglur fyri upplæring og leiðbeining av nýggjum starvsfólkum og hava eftirlit við, at reglurnar verða fylgdar
- Gera ein lista yvir samansetingina av trygdarskipanini og senda listan til Arbeiðs- og brunaeftirlitið
- Kunna starvsfólkini á arbeiðsplássinum um, hvørjir limirnir í trygdarskipanini eru
- Tilnevna ein dagligan trygdarleiðara
- Hava regluligan fund í minsta lagi eina ferð í hvørjum ársfjórðingi
- Minst tvær ferðir um árið hava ein felagsfund við allar trygdarbólkarnar á arbeiðsplássinum