Trygdarskipan

Arbeiðsumhvørvislógin áleggur øllum arbeiðsplássum ella deildum, har ið 10 fólk ella fleiri arbeiða, at samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum. Treytirnar fyri, hvussu trygdar- og heilsuarbeiðið skal skipast, eru tengdar at, hvussu nógv fólk starvast á arbeiðsplássinum ella deildini.

*Gevið gætur, at fyri arbeiði, ið heilt ella partvíst verður útint á fyribils ella skiftandi arbeiðsplássum uttan fyri fasta arbeiðsstaðið hjá virkinum, eru aðrar reglur galdandi enn tær, ið nevndar eru niðanfyri. Sí kapittul 8 og 9 í kunngerð um trygdararbeiði.

9 ella færri starvsfólk - tætt samband

Á arbeiðsplássum ella deildum, har ið til og við 9 starvsfólk eru, eigur trygdar- og heilsuarbeiðið at fara fram í góðum sambandi og samstarvi millum arbeiðsgevara, arbeiðsleiðara og starvsfólk. Lógin áleggur sostatt ikki smærri arbeiðsplássum við upp til og við 9 starvsfólkum at velja trygdarumboð. Arbeiðspláss við færri enn 10 starvsfólkum kunnu tó av sínum eintingum velja trygdarumboð, og um fleiri arbeiðsumhvørvislig vandamál eru, verður mælt til, at arbeiðsplássið hevur eitt skipað trygdar- og heilsuarbeiði.

10 ella fleiri starvsfólk - trygdarbólkur

Starvast 10-19 fólk á arbeiðsplássinum ella deildini, skal ein trygdarbólkur gerast. Trygdarbólkurin skal verða mannaður av einum trygdarumboði, sum starvsfólkini hava valt, og av arbeiðsleiðaranum á staðnum.

Trygdarbólkarnir á arbeiðsplássinum virka sum sambindingarlið millum starvsfólkini, trygdarnevndina, har ein slík er, og leiðsluna á arbeiðsplássinum.

Trygdarbólkurin skal:

  • Ansa eftir at arbeiðsviðurskiftini eru trygdarliga og heilsuliga fult forsvarlig
  • Ansa eftir at arbeiðshættir og arbeiðið er trygdarliga væl fyrireikað og kann verða framt uttan vanda
  • Ansa eftir at neyðug upplæring og leiðbeining verður givin
  • Ansa eftir at maskinur, útgerð og tøknilig hjálpartól eru innrættað og verða nýtt trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt
  • Ávirka einstaka starvsfólkið til eina trygdar- og heilsufremjandi atferð
  • Kunna starvsfólk um galdandi reglur, ið eru ásettar til at fremja trygd og heilsu
  • Luttaka í ráðlegging av trygdar- og heilsuarbeiði á deildini/arbeiðsplássinum
  • Meta um trygdar- og heilsuvandar á deildini/arbeiðsplássinum sambært kunngerð um útinnan av arbeiði
  • Luttaka í kanningum av arbeiðsóhappum, eitringum og øðrum skaðum á arbeiðsplássinum
  • Fráboða arbeiðsóhapp, eitringar og aðrar skaðar til arbeiðsgevaran ella umboð arbeiðsgevarans
  • Kunna trygdarnevndina, har ein slík er, og leiðsluna á arbeiðsplássinum um arbeiðsumhvørvistrupulleikar
  • Koma við uppskotum til at betra um arbeiðsumhvørvið

20 starvsfólk ella fleiri – trygdarbólkur og trygdarnevnd

Starvast 20 starvsfólk ella fleiri á arbeiðsplássinum ella deildini, skal trygdar- og heilsuarbeiðið samskipast soleiðis, at umframt trygdarbólk skal eisini ein trygdarnevnd skipast. Hetta vil siga, at fyrst verður ein ella, um neyðugt, fleiri trygdarbólkar skipaðir. Hevur arbeiðsplássið fleiri deildir ella øki, verður viðmælt, at hvør deild ella hvørt øki hevur sín egna trygdarbólk.

Síðani verður ein trygdarnevnd skipað.

Er bert ein trygdarbólkur, skulu báðir limirnir í hesum bólkinum saman við arbeiðsgevaranum ella einum umboði fyri arbeiðsgevaran, manna trygdarnevndina. Trygdarnevndin telur sostatt í alt 3 limir: eitt starvsfólk, ein arbeiðsleiðari/formann og ein arbeiðsgevari ella eitt umboð fyri hann.

Eru tveir ella fleiri trygdarbólkar, skal trygdarnevndin verða mannað av tveimum starvsfólkaumboðum úr trygdarbólkunum, tveimum arbeiðsleiðarum/formonnum úr trygdarbólkunum umframt arbeiðsgevaranum ella einum umboði fyri arbeiðsgevaran. Trygdarnevndin telur tá í alt 5 limir: tvey starvsfólk, tveir arbeiðsleiðarar/formenn og ein arbeiðsgevara ella eitt umboð fyri hann.

Limirnir í trygdarskipanini eru valdir fyri 2 ár. Afturval er loyvt, og álitisfólk kunnu vera trygdarumboð samstundis.

Um ein arbeiðsleiðari ella eitt trygdarumboð fer frá sum limur í trygdarbólkinum, fer hesin samstundis frá sum limur í trygdarnevndini. 

Sum hægsti liður í trygdarskipanini á arbeiðsplássinum skal trygdarnevndin ráðleggja, leiða og samskipa øll tiltøk og arbeiði, ið hava týdning fyri trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum.

Trygdarnevndin skal:

  • Hava eftirlit við trygdar- og heilsuarbeiðinum
  • Veita kunning og leiðbeining til trygdarbólkarnar um trygdar- og heilsuarbeiðið
  • Kanna atvoldir til arbeiðsóhapp, eitringar og skaðar annars
  • Seta í verk tiltøk fyri at forða fyri, at arbeiðsóhapp, eitringar ella skaðar endurtaka seg
  • Eina ferð um árið gera eitt yvirlit yvir arbeiðsóhapp, eitringar og aðrar skaðar á arbeiðsplássinum
  • Halda seg kunnigan um reglur, ið eru ásettar fyri trygd og heilsu á arbeiðsplássum
  • Gera leiðreglur fyri upplæring og leiðbeining av nýggjum starvsfólkum og hava eftirlit við, at reglurnar verða fylgdar
  • Gera ein lista yvir samansetingina av trygdarskipanini og senda listan til Arbeiðs- og brunaeftirlitið
  • Kunna starvsfólkini á arbeiðsplássinum um, hvørjir limirnir í trygdarskipanini eru
  • Tilnevna ein dagligan trygdarleiðara
  • Hava regluligan fund í minsta lagi eina ferð í hvørjum ársfjórðingi
  • Minst tvær ferðir um árið hava ein felagsfund við allar trygdarbólkarnar á arbeiðsplássinum

Arbeiðsgevarin

Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at limirnir í trygdarbólkunum og trygdarnevndini røkja sínar skyldur, og at limirnir fáa boðið skeið, útbúgving ella aðrar førleikar, ið eru neyðug til tess at røkja uppgávurnar. Arbeiðsgevarin skal rinda fyri útreiðslurnar, ið hetta hevur við sær.

Val av trygdarumboðum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at arbeiðsgevarin ella eitt umboð fyri arbeiðsgevaran kallar øll starvsfólk inn til felags fund at velja trygdarumboð. Arbeiðsgevarin og onnur leiðsluumboð luttaka tó ikki á hesum fundinum.
Starvsfólk kunnu til valið bjóða seg fram at vera trygdarumboð, og tann/tey, ið fáa flestar atkvøður verða vald. Bjóðar einki starvsfólk seg fram at vera trygdarumboð, stendur valið millum øll starvsfólk. Tað starvsfólk, ið tá fær flestar atkvøður, verður trygdarumboð.

Tal á trygdarumboðum

Talið á trygdarumboðum eigur sum minstamark at samsvara við tal av deildum ella arbeiðsøkjum við 10
ella fleiri starvsfólkum.
Er talan um eitt arbeiðspláss við fleiri smærri deildum ella arbeiðsøkjum, ið tilsamans telja 10 ella fleiri fólk,
velja smáu deildirnar sær eitt felags trygdarumboð. Mælt verður til, at hetta verður skipað soleiðis, at tær
deildir, ið hava eins ella álík arbeiðsumhvørvi, hava felags trygdarumboð.
Er talan um arbeiðspláss við fleiri smærri deildum, har ið heilsu- og trygdarligu avbjóðingarnar í
arbeiðsumhvørvinum eru stórar, verður mælt til at deildirnar hava egið trygdarumboð.

Fyrimunir við at vera trygdarumboð

Sum trygdarumboð ert tú tryggjaður fyri uppsøgn og øðrum skerjingum í arbeiðsviðurskiftum á sama hátt sum álitisfólk innan viðkomandi ella tilsvarandi faklig øki. Eisini skal arbeiðsgevarin, minst eina viku áðrenn trygdarumboðið verður sagt upp, kunna Arbeiðs- og brunaeftirlitið um tað, soleiðis at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur møguleika at kanna viðurskiftini í sambandi við uppsøgnina.