Byggimál og stovnseting av virksemi

Við byggimálum, har eldhættisligt virksemi er ella verður sett á stovn, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið gerast partur av viðgerðini av byggimálinum. Mannagongdin er tann, at byggimálið skal fyrst sendast til viðgerðar hjá viðkomandi kommunala byggimyndugleika, sum viðgerð byggimálið sambært byggilógini. Hareftir sendir kommunan byggimálið víðari til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at viðgera.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið setur serkrøv til byggimál, har eldhættisligt virksemi er ella verður sett á stovn. Tá ið talan er um vanlig byggimál, ið ikki innibera eldhættisligt virksemi, er tað bert tann kommunali byggimyndugleikin, ið viðgerð málið. 

 Loyvi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum krevst til virksemi har, ið:

  • Eldfimir løgir
  • Eldførir løgir
  • Luftevni
  • Onnur vandaevni

verða:

  • Goymd
  • Framleidd
  • Viðgjørd
  • Handfarin
  • Nýtt

ella um núverandi virksemi skal:

  • Umbyggjast
  • Umvælast
  • Økjast
  • Takast niður
  • Broytast

Bygging av bygningum og pørtum av bygningum, sum eru fevndir av byggilógini, men har afturatbygningurin verður nýttur til eitt eldhættisligt virksemi, krevur eisini loyvi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann krevja, at neyðug tiltøk verða sett í verk til tess at byrgja fyri eldvanda, eldspjaðing ella spreinging, ella til tryggingar av fullgóðum rýmingar-, bjargingar- og sløkkingarmøguleikum, um eldur kemur í, ella um óhapp stendst av vandamiklum evnum.