Brunatrygd

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er føroyski myndugleikin fyri brunatrygd, og virkar fyri at fyribyrgja eldsbruna og avmarka fylgjurnar av møguligum eldsbruna. Er brunatrygdin ikki í lagi, kann tað kosta mannalív, eins og onnur stór virði kunnu fara fyri skeytið.

Í hesum sambandi skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið m.a.

  • Viðgera øll byggimál, har eldhættisligt virksemi er ella verður sett á stovn.
  • Gera regluligt brunasýn av øllum alment atkomuligum bygningum og mannverkum, har ið nógv fólk koma saman, ella har stór virðir eru hótt av oyðan.
  • Gera regluligt brunasýn av øllum eldhættisligum virksemi.
  • Viðmæla tilbúgvingarætlanir í samband við størri uttandura tiltøkum, sum t.d. festivalum, eftir áheitan frá løgregluni.

Virksemið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum innan tilbúgving og brunatrygd hevur heimild í løgtingslóg um tilbúgving.