Góð ráð í sambandi við nýtslu av fýrverki
- Les brúkaravegleiðingina gjølla
- Ansa eftir, at fýrverkið ikki hevur fingið skaða
- Fýrverk, ið er skatt, skal ikki brúkast
- Nýt altíð verndarbrillur, vaksin sum børn
- Fýrverk skal brúkast uttandura og burtur frá støðum, har ið fólk trunkast saman.
- Hav ikki fýrverk í lummanum, men í einum plastikposa.
- Set rakettir í ein tryggan haldara, ið er gjørdur til endamálið.
- Stikk ikki stelkin í bøin ella í kavan.
- Ansa eftir, at rakettirnar fara beint uppeftir.
- Fest í fjúsið við strektum armi – bend teg ikki inn yvir fýrverk.
- Far ikki aftur til fýrverk ella eina rakett, sum ikki vildi ganga av.
- Fest bara í eitt skotevni í senn.
- Kasta ikki fýrverk eftir fólki ella djórum.
- Ansa eftir smábørnum.
- Ávirkað fólk skulu ikki fáast við fýrverk.
- Bið um vegleiðing á útsølustaðnum um verndarbrillur, raketthaldarar og trygd annars.