Kynsligur ágangur í heilsu- og røktarstørvum
Kynsligur ágangur í heilsu- og røktarstørvum er ágangur, ið starvsfólk, sum starvast innan hetta økið, uppliva ella eru í vanda fyri at uppliva. Hetta slagið av ágangi verður framt av einum borgara, ið starvsfólkið hevur sum arbeiði at taka sær av.
Kynsligur ágangur í heilsu- og røktarstørvum er eitt viðkvæmt evni, tí at tey, ið fremja ágangin eru borgarar, ið búgva á ellis- ella røktarheimi, í sambýli, eru innløgd á sjúkrahús í styttri ella longri tíðarskeið ella búgva heima og fáa heimarøkt. Hesir borgararnir eru í eini serstakari støðu orsakað av niðursettum førleikum av onkrum slagi og hava stóran tørv á hjálp ella stuðli frá heilsu- og røktarstarvsfólki.
Ágangurin kann vera víðfevnandi og kann vera tilætlaður ella ótilætlaður. Ágangurin kann innibera t.d., at borgarin ger ósømiligar viðmerkingar, roynir eftir starvsfólkinum, óhóskandi nemur við ella tekur í starvsfólkið, gongur nakin, fremur kynsliga sjálvsnøktan frammanfyri starvsfólkinum, ella hevur annan atburð, ið fer út um mark hjá starvsfólkinum.
Sjálvábreiðsla
Starvsfólk, ið hava verið fyri kynsligum ágangi frá einum borgara, geva ofta sær sjálvum skyldina fyri t.d. ikki at hava verið greið og sagt frá, ella fyri at tey ikki kundu fyribyrgja áganginum.
Sjálvábreiðsla, manglandi viðurkenning frá starvsfelagum umframt ynskið um at verja borgaran kann vera orsøk til, at starvsfólk ikki gera vart við tað, tá ið tey hava upplivað kynsligan ágang.
Avleiðingar av hesum slagi av ágangi
Granskingarúrslit benda á, at ágangur av hesum slagnum kann hava keðiligar avleiðingar fyri sálarligu heilsuna hjá starvsfólki. Starvsfólkini merkja ofta ótryggleika, ótta, irritatión, eyðmýking, mannminkan, verri nøgdsemi við starvið, og at tey eru ovbyrjað og ikki longur megna at røkja starvið nóg væl.
Um einki verður gjørt fyri at hjálpa og stuðla starvsfólkunum, kann tað enda við langtíðarsjúkrafráveru orsakað av strongd, tunglyndi ella posttraumatiskari strongd (PTSD).
Ein donsk kanning frá 2016 vísti, at starvsfólk, ið uppliva kynsligan ágang frá sjúklingum, viðskiftafólki ella borgarum, hava fleiri depressiv eyðkenni enn starvsfólk, ið ikki uppliva kynsligan ágang.
Ábyrgdin hjá arbeiðsgevaranum
Í løgtingslógini um arbeiðsumhvørvi stendur, at arbeiðsgevarin skal syrgja fyri at arbeiðsviðurskifti, sum viðvíkja trygd og heilsu, eru góð, og at arbeiðið verður skipað soleiðis, at tað kann verða útint á ein fult forsvarligan, tryggan og heilsugóðan hátt.
Tað er sostatt arbeiðsgevarin, ið hevur ábyrgdina av, at trygdin er í lagi, og at starvsfólk ikki fáa likamligan ella sálarligan løst orsakað av umstøðum ella viðurskiftum til arbeiðis.
Starvsfólk í heilsu- og røktarstørvum eru oftari fyri ágangi enn starvsfólk í øðrum vinnum, tí at tey í starvinum koma bæði likamliga og sálarliga tætt upp at tí einstaka borgaranum. Tiltøk eiga tí at verða sett í verk fyri, hvussu minkast kann um ágangin, og hvussu farið verður fram, tá ið eitt starvsfólk hevur verið fyri ágangi.
Tosa opið um avbjóðingina
Tað fyrsta stigið á vegnum til eitt trygt og heilsugott arbeiðspláss er opinleiki. Um eingin tosar opið um avbjóðingina, er lætt at undirmeta, hvussu stór avbjóðingin veruliga er. Hóast tað kann vera torført at tosa um eitt viðkvæmt evni, sum ágangur er, so er tað umráðandi at tosa um evnið. Tað kann tí verða neyðugt at gera eyka burturúr fyri at bróta tøgnina.
Góð ráð
- Setið orð á trupulleikan
- Vísið virðing og stuðlið starvsfelagum, ið hava upplivað ágang
- Gerið greiðar mannagongdir fyri fráboðan um ágang
- Setið fyribyrgjandi tiltøk í verk
- Gerið eina mannagongd fyri handfaring av málum um ágang
- Gerið eina tilbúgvingarætlan fyri, hvussu farast skal fram, tá ið starvsfólk hava upplivað ágang. Defusing og debriefing eiga at verða partar av hesum
- Gerið ein evnisdag um seksualitet hjá borgarum við skerdum førleikum