Broytingar á arbeiðsplássinum
Flestu arbeiðspláss uppliva fyrr ella seinni broytingar av onkrum slag. Broytingar á arbeiðsplássinum er eitt breitt hugtak.
Dømir um broytingar kunnu vera:
- Bygnaðarbroytingar
- Fólk verða søgd úr starvi
- Fólk verða sett í starv
- Samanlegging av deildum
- Arbeiðsplássið flytur í annað stað
- Nýggir arbeiðshættir skulu setast í verk
- Arbeiðsuppgávur verða øðrvísi býttar
- Nýggjar mannagongdir verða gjørdar
- Nýggjur stjóri ella leiðari verður settur
Broytingar á arbeiðsplássinum kunnu seta í gongd eina jaliga menning bæði fyri starvsfólk og arbeiðsplássið, men verða tær ikki handfarnar rætt, kunnu tær hava keðiligar avleiðingar fyri sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Verða broytingarnar framdar skynsamt, rætt og við góðum samskifti millum leiðslu og starvsfólk, kann góða sálarliga arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum verða varðveitt gjøgnum broytingartilgongdina og eisini gerast enn betri enn áður.