Happing á arbeiðsplássinum

Happing er, tá ið ein ella fleiri persónar regluliga og yvir eitt longri tíðarskeið ella endurtakandi og á grovan hátt útseta ein ella fleiri persónar fyri ágangi, sum viðkomandi upplivir sum særandi ella eyðmýkjandi, og har viðkomandi følir, at tað er trupult at verja seg. Munur er á happing og arging. Arging er tá ið báðir partar uppfata argingina sum góðsinnaða.

Happarin kann vera ein starvsfelagi og/ella leiðari. Hóast happing millum starvsfelagar kemur oftast fyri, so kennist happing frá einum leiðara ofta meiri tyngjandi. Hetta er tí at leiðarin hevur eitt ávíst vald og tí at tað tá ikki er gjørligt at fáa stuðul og hjálp frá leiðaranum.

Ein leiðari kann eisini verða happaður av starvsfólki.

Happing á arbeiðsplássinum kann umfata

  • At neyðug upplýsing verður hildin aftur
  • Særandi viðmerkingar
  • Ósakliga frátøku av ábyrgd ella minni ábyrgd og færri arbeiðsuppgávur
  • Baktalan ella útihýsan frá sosiala og fakliga felagsskapinum
  • Álop á offur ella kritikk av privatlívi
  • At verða skeldaður ella hildin til láturs
  • Likamligan ágang ella hóttanir
  • Fíggindskap ella tøgn, sum svar upp á spurningar ella tá ið roynt verður at samtala
  • Undirmeting av arbeiði, arbeiðsavriki ella førleikum
  • Ágangandi ella eyðmýkjandi telefonsamrøður ella skriftlig boð
  • Ódámliga arging
  • Undirmeting ella myndugleikatøka t.d. vegna aldur ella kyn
  • At verða nýttur av øðrum, t.d. til at ganga ørindi

Fyribyrging av happing

Arbeiðsgevari og leiðsla hava ein avgerandi leiklut í fyribyrging av happing á arbeiðsplássinum. Hóast happing ikki fer fram á arbeiðsplássinum, er hetta eingin trygd fyri, at happing ikki kann koma fyri í framtíðini. Happing kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann, ið verður happaður. Arbeiðshugurin minkar og minni kemur burturúr arbeiðinum. Happing kann eisini leiða til óarbeiðsføri ella sjúkrafráveru. Tí loysir tað seg at arbeiða fyribyrgjandi.

 Arbeiðsgevari ella leiðsla kunnu m.a. seta hesi átøkini í verk til tess at fyribyrgja happing:

  • Seta týðilig mørk fyri, hvør atburður ikki verður góðtikin á arbeiðsplássinum
  • Áseta eina týðiliga null-toleransu fyri happing
  • Skipa fyri fyrilestri um happing
  • Arbeiða miðvíst við heilsu, umhvørvi og trygd
  • Gera ein happingarpolitikk
  • Syrgja fyri, at eitt forum er, har ið arbeiðsumhvørvið kann verða umrøtt
  • Steðga neiligari umtalu av starvsfólki og leiðarum, og heldur tosa um trupulleikan beinleiðis við tann persónin, tað snýr seg um
  • Halda kjak og orðaskifti á einum fakligum støði og ikki góðtaka spottan ella persónlig álop 
  • Syrgja fyri at fastar mannagongdir eru fyri uppfylging av sjúkrameldaðum starvsfólki
  • Førleikamenning av leiðarum, soleiðis at leiðarar eru betri førir fyri at handfara truplar støður og samrøður
  • Skapa fastar mannagongdir, sum tryggja, at kunning kemur út til øll
  • Skapa fastar mannagongdir fyri, hvussu ósemjur skulu handfarast
  • Læra leiðarar, trygdarumboð og álitisfólk ósemjuhandfaring
  • Hava virðing fyri tagnarskyldu viðvíkjandi persónligum viðurskiftum

Hvat kann eg gera, um onkur verður happað/ur á mínum arbeiðsplássi?

  • Vís týðiliga, at tú tekur frástøðu frá allari happing.
  • Boða frá til leiðslu ella annað umboð.
  • Ansa eftir, at tú sjálvur ikki gerst partur av happingini við at baktala, sleyga ella halda tann happaða fyri gjøldur.
  • Tak tær tíð til at tosa við og lurta eftir tí, ið verður happaður.

Fráboðan um happing

Fráboðanir um happing skulu takast í álvara. Neyðugt kann verða at fáa fólk útifrá, tá ið happingin umfatar ein leiðara.

Mælt verður til, at arbeiðspláss hava eina fasta mannagongd fyri, hvussu starvsfólk fráboða happing. Ávís fólk kunnu verða tilnevnd sum kontaktpersónar t.d. trygdarumboð/álitisfólk í sambandi við happing ella kynsligar ónáðir. Øllum starvsfólki skal gerast greitt við jøvnum millumbilum, hvørji hesi fólkini eru.