Harðskapur og hóttanir
Harðskapur og hóttanir eru álvarsligir arbeiðsumhvørvistrupulleikar.
Er starvsfólk úti fyri harðskapi ella hóttanum, kann tað hava álvarsamar sálarligar, likamligar og sosialar fylgjur fyri starvsfólkið. Í nógvum førum ávirka harðskapur og hóttanir eisini arbeiðsførið hjá tí rakta.
Harðskapur og hóttanir kunnu somuleiðis hava eina keðiliga ávirkan á trivnaðin á arbeiðsplássinum. Ein av avleiðingunum kann verða, at starvsfólk siga starvið frá sær ella broyta hugburð til arbeiðið, arbeiðshugurin kann versna munandi, minni kann koma burturúr, starvsfólkini kunnu gerast ónøgdari við arbeiðið, og kunnu stúra fyri umaftur at verða fyri harðskapi ella hóttanum.
Stórur samanhangur er millum harðskap og hóttanir á arbeiðsplássinum og sálarsosiala arbeiðsumhvørvið. Hesin samanhangurin gongur báðar vegir, soleiðis at harðskapur hevur eina neiliga ávirkan á virksemið á arbeiðsplássinum, heilsuna og trivnaðin hjá tí einstaka starvsfólkinum, meðan veikleikar ella manglar í sálarsosiala arbeiðsumhvørvinum kunnu leiða til fleiri tilburðir av harðskapi og hóttanum.
Trivnaður og strongd millum starvsfólkini hava eisini stóran týdning í gerandisliga samskiftinum við borgararnar. Mistrivnaður og nógv strongd kann minka um innlivingareginleikar og empati í samskiftinum millum starvsfólk og borgarar, og kann hetta økja um vandan fyri harðskapi og hóttanum.
Harðskapur og hóttanir eru ikki trupulleikin hjá einstaka starvsfólkinum, men eru ein arbeiðsumhvørvistrupulleiki. Umráðandi er at skapa eina mentan á arbeiðsplássinum, har ið fyribyrging verður raðfest.
Hvat er harðskapur?
Harðskapur er einhvør gerð, sum hevur til endamáls at gera skaða á ein annan persón. Harðskapur kann vera likamligur og/ella sálarligur. Likamligur harðskapur er t.d. at verða sligin, skumpaður, sparkaður, kvaldur, bitin ella stungin við knívi ella øðrum lutum.
Sálarligur harðskapur umfatar t.d. hóttanir, eyðmýking, mannminkan, vanvirðing, illgiting, mismun, háðan og spott.
Hvat er ein hóttan?
Ein hóttan er, tá ið tað við orðum ella kropsmáli verður víst á eina ætlan ella ynski um at gera einum øðrum skaða. Hóttanir kunnu eisini verða gjørdar við myndum, filmsbrotum, telduposti, sms-boðum ella øðrum miðlum.
Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat harðskapur og hóttanir eru, eiga leiðsla og starvsfólk í samstarvi at finna fram til eina felags fatan av, hvat ið harðskapur og hóttanir innibera á arbeiðsplássinum. Øll starvsfólk eiga at verða kunnað um hetta.
Við eini greiðari fatan av, hvat ið harðskapur og hóttanir eru, er lættari at skráseta tilburðir, og út frá hesum seta í verk skipað fyribyrgingarátøk og mannagongdir fyri handfaran av harðskapi og hóttanum.
Skelkandi hendingar
Skelkandi hendingar eru t.d tá ið starvsfólk uppliva ógvisligar ella sálarliga tyngjandi tilburðir sum t.d. óhapp, deyðsvanlukku ella álvarsligan løst, ólekjandi sjúku, sjálvmorð ella sjálvmorðsroynd.
Avleiðingar av harðskapi, hóttanum og skelkandi tilburðum
Harðskapur, hóttanir og skelkandi tilburðir kunnu hava við sær strongdarreaktiónir, sum kunnu ávirka starvsfólkið í langa tíð og á tann hátt minka um lívsgóðskuna hjá starvsfólkinum. Strongdarreaktiónirnar kunnu ávirka kenslulívið, hugsanarháttin, uppmerksemið, hugsavningina og atferðina hjá starvsfelaganum. Samstundis kunnu reaktiónirnar hava við sær fleiri likamligar reaktiónir.
Ymiskt er, hvussu fólk reagera. Summi reagera alt fyri eitt, bæði sálarliga og likamliga, meðan onnur reagera, tá ið ein tíð er fráliðin. Ymiskt er eisini, hvørjar reaktiónir vísa seg hjá hvørjum. Allar nevndar reaktiónir eru tí bert dømi um reaktiónir, ið oftast koma fyri eftir harðskap, hóttanir ella annan skelkandi tilburð.
Tvey fólk, ið hava verið úti fyri somu hending, kunnu hava heilt ymiskar reaktiónir. Tó er umráðandi at vita, hvørjar reaktiónirnar kunnu verða, soleiðis at tú sum arbeiðsgevari kanst gerast varugur við møguligar reaktiónir.
Kensluligar reaktiónir
Kensluligu reaktiónirnar eru ofta skuldarkensla, ótti í eini støðu, ið líkist tilburðinum, afturvendandi endurupplivingar av tilburðinum, marra, hugtyngd, máttloysi, grátur, kenslulig burturtøka, erkvisni/viðbrekni (irritabilitet) og vreiðisherðindi.
Hugsanar- og uppmerksemis reaktiónir
Hugsanar-og uppmerksemisligu reaktiónirnar eru ofta verri hugsavning og uppmerksemi, veikari minni, verri evni at meta um frástøðu, verri evni at meta um tíð, og ein kensla av óveruleika.
Likamligar reaktiónir
Likamligu reaktiónirnar kunnu vera at vera illa fyri, hava magaórógv, vilja spýggja, vera risthentur, hava trupult við at samskipa sína rørslur, hava lyndi til at sveitta, hava kuldakenslu, hjartabankan, vera svimbul, svíma, hava svøvntrupuleikar og merkja meiri møði enn vanligt.
Reaktiónirnar kunnu eisini vísa seg sum viknað fakligt sjálvsálit og verri evni til at loysa ósemjur.
Starvsfólkið kann óttast at fara inn í støður, ið minna um tann skelkandi tilburðin.
Reaktiónirnar vikna ofta eftir eina til tvær vikur. Summi starvsfólk kunnu tó enduruppliva reaktiónina í støðum, ið minna um tilburðin.
Reaktiónin kann gerast kronisk. Tá kann talan vera um eina posttraumatiska tyngdarreaktión.
Atvoldir til harðskap og hóttanir
Harðskapur stendst ofta av kenslum sum ótta, ørkymlan og frustratión, máttloysiskenslu, vantandi nøktan av grundleggjandi tørvi ella av vánaligum og/ella óempatiskum samskifti. Aðrar orsakir til harðskap kunnu vera hevnd, rúsur/abstinensir, áhugamálsstríð og tað, at mørkini ikki eru nóg týðilig.
Tær størstu vandastøðurnar fyri starvsfólk eru:
- Arbeiði við einum triðja parti so sum brúkarum, klientum, sjúklingum, fangum, avvarðandi, kundum og næmingum
- Kvøld- og náttararbeiði
- Einaarbeiði
- Arbeiði við virðislutum og peningi
- Nýggj starvsfólk
Arbeiðstreytir og viðurskifti, ið kunnu økja um vandan fyri harðskapi og hóttanum
Tann hátturin, sum arbeiðið er fyriskipað á og lagt til rættis, hevur ávirkan á, hvussu stórur vandin fyri at verða fyri harðskapi ella hóttanum er.
Arbeiðstreytir og viðurskifti, ið kunnu elva til harðskap og hóttanir eru:
- Tíðartrýst, høg arbeiðsferð og yvirtíð
- Krav um at taka skjótar og truplar avgerðir
- At arbeiðið krevur førleikar og kunnleika, sum starvsfólkið ikki hevur
- Stríð ímillum ymiskar partar, ið stendst av, at arbeiðsuppgávur verða latnar starvsfólki, ið ikki hevur førleikarnar ella tilfarið til júst ta uppgávuna, ella at arbeiðið verður avrikað á øðrvísi hátt enn onnur starvsfólk halda, at tað átti at verið avrikað
- Arbeiði, har ið tað er torført at siga nakað um framtíðina, við teirri avleiðing at óvissa, ótti og ótryggleiki eru á arbeiðsplássinum
- Arbeiðs- og tíðartrýst kann hava við sær, at fyriskipað tiltøk í mun til harðskap og hóttanir ikki verða framd
Fyribyrging av harðskapi og hóttanum
Sambært arbeiðsumhvørvislóggávuni hevur arbeiðsgevarin høvuðsábyrgdina av at tryggja, at arbeiðið kann verða útint trygdar- og heilsuliga ráðiligt. Hetta merkir, at likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið hvørki yvir styttri ella longri tíðarskeið skal skerja trygdina ella heilsuna hjá starvsfólkunum.
Á arbeiðsplássum, har ið vandi er fyri, at starvsfólk kunnu verða úti fyri harðskapi ella hóttanum, eigur arbeiðsgevarin at skapa sær eitt yvirlit yvir, hvørjir teir møguligu vandarnir eru og síðani leggja eina ætlan um fyribyrging av harðskapi og hóttanum.
Eitt skipað heilsu-, umhvørvis- og trygdararbeiði er vegurin fram til fyribyrging av harðskapi og hóttanum.
Tað snýr seg um at:
- Útgreina vandarnar
- Gera eina váðameting
- Gera ætlanir um og raðfesta tiltøk
- Seta í verk tiltøk
- Eftirmeta.
Útgreining av aktuellu støðuni viðvíkjandi harðskapi og hóttanum
Byrja við at fáa greiðu á, hvussu støðan á arbeiðsplássinum er í dag. Hvørjir eru trupulleikarnir, og hvussu kunnu teir verða loystir? Ráðiligt er at spyrja starvsfólkini um, hvussu tey uppliva arbeiðsumhvørvið. Hetta kann gerast við arbeiðsumhvørviskanningum, starvsfólkafundum og við at práta við starvsfólkini. Tað er gott, at starvsfólk eru við í gongdini og tosa opið um tingini.
Váðameting
Við støði í útgreiningini skal ein meting gerast um, hvussu stórur vandin fyri at verða fyri harðskapi ella hóttanum er, umframt hvørjar tær møguligu fylgjurnar eru.
Tríggir einfaldir spurningar eru kjarnin í váðametingini:
- Hvat kann enda galið?
- Hvat kunnu vit gera fyri at forða hesum?
- Hvat kunnu vit gera fyri at minka um fylgjurnar?
Arbeiðsætlan
Eftir váðametingina eigur ein arbeiðsætlan at verða gjørd, soleiðis at ítøkiligar broytingar verða framdar til tess at gera arbeiðsplássið tryggari. Arbeiðsætlanin má innihalda tíðarfreistir og staðfesta, hvør ið hevur ábyrgdina av at ítøkiligu tiltøkini verða framd. Arbeiðsætlanin inniber ætlanir og tiltøk fyri, hvussu vandarnir verða minkaðir.
Arbeiðsætlanin eigur at umfata:
- Fyribyrging
- Handfaring av støðuni
- Uppfylging
- Skráseting av tilburðum
- Upplæring
- Krepputilbúgving
- Upplæring og kunning
Góð og gjøgnumførd upplæring ger arbeiðsdagin tryggari fyri starvsfólkini. Øll starvsfólk eiga at kenna og duga galdandi mannagongdirnar fyri at kunna verða við til at fyribyrgja harðskap á arbeiðsplássinum. Hetta umfatar m.a., hvussu starvsfólk bera seg at mótvegis hóttandi persónum, kunnleika til ávaringarmannagongdir og líknandi. Í summum førum kann verða neyðugt við upplæring í sjálvverju.
Hølisviðurskifti og innrætting
Við nýbygging eigur vandin fyri harðskapi at verða tikin við, longu tá ið ætlanirnar um at byggja verða gjørdar.
Serliga rýmingarvegir hava stóran týdning fyri trygdina hjá starvsfólki. Rýmingarvegir forða fyri, at starvsfólk kunnu verða afturhildin.
Atgongd til knívar ella annan reiðskap/lutir, ið kunnu nýtast sum vápn, eigur at verða avmarkað.
Trygdarmannagongdir
Fyribyrgjandi rutinur og mannagongdir kunnu forða fyri ella tálma harðskap og hóttanir. Tað er serliga umráðandi, at starvsfólkið hevur ein starvsfelaga hjá sær í støðum, har ið ein kann vænta, at ein vandi er fyri harðskapi.
Mannagongdirnar eiga at vera øllum starvsfólkum kunnigar og eiga altíð at vera dagførdar.
Allir harðskapstilburðir og allar hóttanir eiga at verða skrásett og fylgd upp av arbeiðsgevaranum.
Vakmyndaeftirlit og ávaringarskipanir
Álopsalarmar, innanhýsistelefonir, hurðavakt og vakmyndatól kunnu vera við til at økja um trygdina. Treytin er tó, at starvsfólk kenna til mannagongdina, tá ið ein alarmur fer frá.
Útgerð eigur at verða royndarkoyrd við jøvnum millumbilum.
Tá ið óhappið er hent
Hóast fyribyrgjandi átøk og mannagongdir, so inniber arbeiði við menniskjum ofta ein vanda fyri at starvsfólk kunnu verða fyri harðskapi, hóttanum ella øðrum ágangi. Í hesum sambandi er tað umráðandi, at hond verður tikin um starvsfólkið eftir eitt tílíkt arbeiðsóhapp til tess at tálma møguligum sálarligum løstum.
Ein sálarlig reaktión er vanlig, tá ið starvsfólk hava verið fyri harðskapi ella hóttanum. Reaktiónin kemur tó ikki altíð beinanvegin.
Fyri at fyribyrgja at starvsfólk fáa varandi mein, er umráðandi, at tann, ið var úti fyri harðskapi ella hóttanunum, skjótast gjørligt sleppur framat at tosa við onkran. Bæði leiðarar, starvsfelagar, familja og vinir kunnu hava stóran týdning í eini tílíkari støðu.
Mælt verður til, at arbeiðsplássið hevur eina tilbúgvingarætlan fyri, hvussu farast skal fram, tá ið starvsfólk hava upplivað harðskap ella hóttanir. Defusing (lutvíst skipað prát um tilburðin beint eftir tilburðin av teimum, sum vóru partar av hendingini) og debriefing (skipað bólkasamrøða leidd av einum, sum er lærdur upp í hesum) eiga at verða partar av hesum.
Harðskapsmál og hóttanir skulu verða fráboðað Arbeiðseftirlitinum sum arbeiðsóhapp. Sí fráboðanarskjal her.
Sum útgangsstøði eiga tílík mál eisini at verða fráboðað løgregluni.
Tillagan av arbeiðsuppgávum kann verða neyðug nakrar dagar eftir ein tilburð.
Sálarlig fyrstahjálp
Beint eftir at harðskapur er farin fram, skal arbeiðsgevarin tryggja, at tað harðskapsrakta starvsfólkið ikki er einsamalt. Sálarlig fyrstahjálp skal verða givin. Hetta kann innibera:
- Ró rundan um tann harðskapsrakta
- Góðtakan av øllum kenslum
- Vís umsorgan og nærveru
- Nøkta tørvin hjá tí harðskapsrakta
- Lurta – spyr inn til støðuna
lat vera við at:
- Sjálv/ur at tosa og stýra samrøðuni
- Fortelja um egnar upplivingar
- Lítilsgera
- Greina og greiða frá
- Lata tann harðskapsrakta vera einsamallan
- Kritisera ella geva tí harðskapsrakta skylduna
Vegleiðing um harðskap og hóttanir
Les eisini: Vegleiðing um harðskap og hóttanir