Roykiavmarkingar
Sambært lógini er royking ikki loyvd innandura:
- á almennum arbeiðsplássum
- á privatum arbeiðsplássum, har fleiri enn eitt fólk starvast
- á stovnum, sum veita dag- ella samdøgurstilboð til børn, ung og vaksin
- í skúlum, á sjúkrahúsum og í varðhaldinum
- á støðum, har almenningurin hevur atgongd
- í flutningsførum, har almenningurin hevur atgongd
Tann, sum eigur, rekur ella ræður yvir stovnum, støðum og flutningsførum skal tryggja, at reglurnar um royking verða fylgdar.