Hvussu kann ein avgerð um arbeiðsskaðatrygging kærast?
Avgerðir, sum Vanlukkutryggingarráðið tekur sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, kunnu av tryggjaða, hansara avvarðandi, viðkomandi arbeiðsgevara, sjálvstøðugt vinnurekandi, viðkomandi tryggingarfelag, av landinum og av Vinnusjúkugrunninum kærast til danska Ankestyrelsen, tó ikki avgerðir, tiknar sambært § 26, stk. 2.
Arbeiðsgevarin kann bert kæra avgerðir, tiknar sambært § 29.
Áðrenn Ankestyrelsen viðger eina kæru eftir stk. 2, skal Vanlukkutryggingarráðið taka støðu til, um grundarlag er fyri at geva kæraranum heilt ella partvíst viðhald. Kæran skal tí sendast Vanlukkutryggingarráðnum.
Kann Vanlukkutryggingarráðið ikki geva kæraranum viðhald, verður kæran send víðari til Ankestyrelsen við grundgevingini hjá Vanlukkutryggingarráðnum fyri avgerðini og endurmetingini.
Kærufreistin er 3 mánaðir frá tí degi, tú móttekur avgerðina hjá ráðnum. Ráðið syrgir fyri, at málsskjølini verða týdd til danskt, og at skjalatilfarið síðani verður sent til Ankestyrelsen.
Kæran skal sendast til
Arbeiðs- og brunaeftirlitið (Føroya Vanlukkutryggingarráð)
undir Bryggjubakka 27
FO-100 Tórshavn
ella við telduposti á arb@arb.fo