Fýrverk
Reglurnar fyri útvegan, goymslu og nýtslu av fýrverki eru ásettar í løgtingslóg um fýrverk og kunngerð um fýrverk. Endamálið við reglunum er at forða fyri, at fólk ella ognir fáa skaða av fýrverki.
Myndugleikin á økinum er býttur millum Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Landfúta.