Hvat er trygdarmentan?

Trygdarmentan eru teir felags hugburðir, tey virðir og tær fatanir, sum leiðarar og starvsfólk hava um trygd og arbeiðsumhvørvi, og sum hava týdning fyri, hvussu tey í verki fyribyrgja vandum og arbeiðsóhappum.

Ein góð trygdarmentan merkir millum annað, at trygd er ein natúrligur og týðandi partur av arbeiðsplássinum, og at øll kenna til, skilja og gera tað, sum krevst fyri at fyribyrgja heilsuskaða og arbeiðsóhappum. Ein góð trygdarmentan minkar um vandan fyri arbeiðsóhappum, hækkar góðskuna í arbeiðinum og minkar um kostnaðin av sjúkufráveru. Tí loysir tað seg at arbeiða miðvíst við at fyribyrgja arbeiðsóhappum.

Mentanin á einum arbeiðsplássi verður skapt og ment av teimum, sum arbeiða har, bæði í felag og hvør sær. Um ein vil broyta ta mentan, sum er, krevur tað eina tilvitaða og miðvísa tilgongd. Slíkar broytingar taka vanliga longri tíð enn at seta í verk tøkniligar loysnir.

Trygdarmentan snýr seg um, hvussu vit bera okkum at í arbeiðinum, bæði tá ið vit arbeiða trygt, og tá ið vit taka váðar. Á arbeiðsplássum við sterkari trygdarmentan tora starvsfólk at vísa á vandar, deila royndir og siga frá, tá okkurt kennist ótrygt. Tað kann minka um vandan fyri arbeiðsóhappum og vera við til at skapa eitt tryggari arbeiðspláss.

 

At arbeiða við trygdarmentan

At arbeiða við trygdarmentan merkir at arbeiða við hugburðum og atburði og at skilja, hvussu tað ítøkiliga trygdararbeiðið á arbeiðsplássinum verður upplivað og fatað.

Samsvara orð og gerðir? Ganga leiðarar og arbeiðsumhvørvisumboð undan við góðum fyridømi? Eru vandar, sum vit kenna til, men ikki gera nakað við? Hvussu verður samskift um arbeiðsóhapp? Riggar fráboðanarskipanin fyri nærumnóhapp og vandastøður?

Svarini upp á hesar spurningar geva eina mynd av, hvussu arbeiðsplássið virkar í gerandisdegnum, hvat verður raðfest og mett sum týdningarmikið, og hvat fær minni ans. Tey geva samstundis eina ábending um, hvussu sterk trygdarmentanin er, og hvar tørvur kann vera á at seta inn við átøkum.

 

Hvat ávirkar trygdarmentanina?

Trygdarmentanin verður skapt av tí, vit gera í gerandisdegnum fyri at tryggja eitt gott og trygt arbeiðsumhvørvi. Leiðsla, arbeiðsgongdir, atburður og møguleikin at tosa opið um vandar hava stóran týdning fyri, um arbeiðið við trygd eydnast.

Nakrir týðandi tættir eru:

Tryggur atburður: Eggjan og jalig afturmelding kunnu styrkja tann atburð, sum er við til at skapa eitt trygt arbeiðspláss.
Virkin leiðsla: Tá leiðsla og stjórar vísa, at trygd hevur høga raðfesting, er lættari at skapa áhuga og ábyrgdarkenslu fyri trygd í allari fyritøkuni.
Felags ábyrgd: Øll kenna ábyrgd fyri síni egnu trygd og fyri trygdina hjá starvsfeløgunum.
Luttøka: Øll verða tikin við í arbeiðinum at betra trygdina. At læra av royndum og støðugt menna arbeiðshættirnar er ein natúrligur partur av arbeiðinum.
Opin samskiftismentan: Tað skal vera lætt og trygt at siga frá um vandar, frávik og mistøk uttan ótta fyri neiligum avleiðingum.
Greiðar arbeiðsgongdir: Arbeiðsgongdir og vegleiðingar hjálpa øllum at vita, hvussu arbeiðið skal fremjast á tryggan hátt, og hvat skal gerast, um ein støða tekur seg upp.
 

Set greið mál og skapa tryggar karmar, har tað er natúrligt at tosa um trygd og mistøk. Fá kunnleika og amboð, sum kunnu hjálpa tykkum at menna og styrkja trygdarmentanina á arbeiðsplássinum.

 

Leiðslan má ganga á odda

Tað er lætt at halda, at ein mentanarbroyting kann gerast við at leiðslan fær starvsfólkini at broyta atburð. Men hesin hugburður kann vera vandamikil, tí hann kann í veruleikanum styrkja ta mentanina, sum longu er á arbeiðsplássinum.

Orsøkin liggur í menniskjans sálarfrøði og okkara tørvi á at hoyra til ein bólk. Hóast leiðslan setur nýggjar reglur í verk, kann tað kennast týdningarmiklari hjá tí einstaka at laga seg eftir normunum og siðvenjum í bólkinum. Tørvurin á at hoyra til er sterkur, og tað er ofta truplari at bróta frá normunum í bólkinum enn tað er at bróta frá formligum reglum.

Tí mugu leiðarar ganga undan í broytingararbeiðinum og vísa við egnum gerðum, at trygd hevur høga raðfesting.

Tá starvsfólk síggja, at arbeiðsplássið raðfestir trygd í verki og ikki bara í orðum, ávirkar tað hugburðin til trygt arbeiðslag. Tað ger størri sannlíkindini fyri, at fólk velja tryggar arbeiðshættir, og tað kann minka um talið á arbeiðsóhappum, nærumóhappum og óneyðugum váðafullum arbeiðsháttum.

Sum stjóri, leiðari ella forfólk á einum arbeiðsplássi hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av trygdini, men henda ábyrgd má verða útint í tøttum samstarvi við starvsfólkini. Eitt virkið arbeiði við trygd krevur áhuga, luttøku og virknan stuðul frá øllum á arbeiðsplássinum.

Tí er tað ein góð íløga at arbeiða miðvíst við at byggja upp og varðveita eina sterka trygdarmentan. Hetta ber í sær, at øll á arbeiðsplássinum taka ábyrgd av sær sjálvum og hvørjum øðrum í dagliga arbeiðinum.

Hetta snýr seg eisini um at flyta seg burtur frá eini reaktivari tilgongd, har ein bert reagerar eftir at ein vanlukka er hend og í staðin skapa eina mentan, har trygd er ein natúrlig og samantvinnaður partur av øllum arbeiðsgongdum.

Ein góð trygdarmentan minkar um vandan fyri vanlukkum, økir um góðskuna í arbeiðinum og gevur færri útreiðslur til sjúkrafráveru. Tað loysir seg at fyribyrgja vanlukkum.

 

Leiðsla og samstarv eru grundarlagið undir einari sterkari trygdarmentan

Sum leiðarar skulu tit ganga á odda og samskifta greið mál viðvíkjandi trygd, soleiðis, at starvsfólkini merkja, at trygd hevur høga raðfesting hjá tykkum, eisini tá ið arbeiðstrýstið er høgt og nógv skal avgreiðast samstundis. Tit skulu seta tykkum greið mál fyri, hvussu høgt tykkara trygdarstøði skal verða, og tað skal bera til at máta tykkara mál. Samstundis mugu tit, sum er leiðarar, taka støðu til, hvussu málini skulu røkkast. Hetta inniber m.a. at  seta av neyðugt fíggjarligt og arbeiðsligt tilfeingi, soleiðis at tað ber til at røkka tykkara máli.

Tað er skilagott, at bæði leiðarar og starvsfólk verða tikin við í avgerðir, sum viðvíkja trygdarviðurskiftum, og at ábyrgd og leiklutir í sambandi við trygd eru greitt ásett í dagliga arbeiðinum.

Trygd skal vera ein natúrligur partur av arbeiðsuppgávunum. Tí skulu arbeiðsuppgávur leggjast til rættis soleiðis, at vandar verða eyðmerktir og fyribyrgdir frammanundan, heldur enn at bert reagera eftir at vanlukkan er hend.

Trygdin verður betrað, um øll kunnu tosa opið um trygd, vandar, manglar, stúranir og mistøk á arbeiðsplássinum. Tá ið tit tosa um hesi viðurskifti og øll tora at koma við sínum sjónarmiðum og vitan, kunnu tit læra av teimum.

 

Treytir fyri eini góðari trygdarmentan

Ein góð trygdarmentan byggir á, at leiðslan vísir virkið áhuga og raðfestir trygd í verki. Samstundis er tað týdningarmikið, at starvsfólk og leiðsla hava álit á hvørjum øðrum og virða ta vitan og tær royndir, sum hvør einstakur hevur. Á arbeiðsplássinum eigur eisini at vera ein felags kensla av rættvísi, har øll verða viðgjørd á ein rættvísan og virðiligan hátt.

Góðar skipanir skulu vera til at fráboða arbeiðsóhapp, næstanóhapp og vandastøður, og samskiftið eigur at vera opið við greiðum kunningarvegum. Starvsfólk skulu kenna seg væl kunnað og hava eina kenslu av at kunna handla og hava tamarhald á støðuni, tá álvarsligar ella óvæntaðar hendingar taka seg upp. Somuleiðis eigur arbeiðsplássið at vera smidligt og førugt fyri at laga seg eftir broyttum umstøðum og nýggjum avbjóðingum.

Ein sterk trygdarmentan krevur eisini vilja til at læra og menna seg. Tað merkir, at arbeiðsplássið dugir at draga lærdóm av arbeiðsóhappum, næstanóhappum og øðrum royndum, regluliga umhugsar verandi arbeiðshættir og er sinnað at fremja neyðugar broytingar. Dentur eigur at vera lagdur á at skilja orsøkir og læra av tí, sum hendir, heldur enn at skuldseta einstaklingar ella leita eftir syndabukkum. Soleiðis verður skapt eitt umhvørvi, har fólk tora at siga frá um mistøk og vandar, og har trygdin støðugt kann mennast.

 

Setið tykkum proaktiv trygdarmál

Fyri at vera eitt stig frammanfyri, heldur enn at bert at reagera upp á hendingar, kunnu tit sum arbeiðspláss arbeiða við proaktivum trygdarmálum. Hetta merkir, at tit máta tey átøk og tær handlingar, sum fyribyrgja óhappum, í staðin fyri einans at máta talið á óhappum, mistari arbeiðstíð og líknandi.

Fyrimunurin við hesi tilgongdini er, at hon skapar eina jaliga tilgongd til trygd, sum ger fyribyrgjandi átøkini, sum tit seta í verk fyri at skapa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi, meira sjónlig, heldur enn bert at leggja dent á arbeiðsóhapp og annað neiligt.

Dømi um proaktiv trygdarmál

Arbeiðsplássið kann t.d. seta sær fyri at seta fylgjandi átøk í verk og skráseta:

  • Tal av fráboðaðum nærumóhappum (near miss).  Hægri tal av fráboðanum kann vera tekin um størri ansni og tilvitan um trygd.
  • Tal av trygdarrundum og váðametingum. Støðugt arbeiði við hesum styrkir fyribyrgingina.
  • Tal av framdum trygdarbetringum, til dømis nýggj verndarútgerð ella betri arbeiðsvegleiðingar.
  • Luttøka í trygdarfundum og trygdarvenjingum. Jú fleiri eru virkin í arbeiðinum, tess sterkari verður trygdarmentanin.
  • Tíð brúkt til samskifti um trygd, til dømis gjøgnum arbeiðsstaðsfundir, trygdarfundir ella samrøður millum leiðslu og starvsfólk.

Endamálið við hesum er at styrkja trygdarmentanina við at menna jaligar vanar og tryggan atburð og á tann hátt fyribyrgja arbeiðsóhappum.