10. sep. 2025

Um svar- og málsviðgerðartíðir hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í arbeiðsskaðatryggingarmálu

Í løtuni er svar- og málsviðgerðartíðin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í arbeiðsskaðatryggingar- og vinnusjukumálum ov long.

Hetta merkir tíverri, at fleiri, sum hava vent sær til myndugleikan umvegis teldupost ella telefon, ikki hava fingið svar enn – ella hava fingið svar alt ov seint.

Tað merkir eisini, at 2 ára freistin hjá myndugleikanum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini at taka eina fyribils avgerð, er farin í ávísum málum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið arbeiðir tó miðvíst við at avgreiða liggjandi mál og stytta málsviðgerðartíðina. Í hesum sambandi verða mál, har 2 ára freistin er farin, raðfest.

Fyri at betra um kunningina til skaðarakt, er Arbeiðs- og brunaeftirlitið í holt við at menna eina loysn saman við Talgildu Føroyum. Loysnin skal gera tað møguligt at síggja støðuna í arbeiðsskaðatryggingar- og vinnusjukumálum á Vanganum.

Til hendan loysnin er klár, hevur stovnurin gjørt teldupostadressuna mittmal@arb.fo, har skaðarakt og umboð teirra kunnu skriva fyri at spyrja um støðuna í sínum máli. Adressan verður virkin frá og við mánadegnum 15. september 2025.

Til ber eisini at ringja á serliga tænastunummarið 442222 viðvíkjandi arbeiðsskaðatryggingar- ella vinnusjúkumálum. Tænastan svarar týsdag til hósdag frá kl. 10:00 til 12:00.

Um ivi er um gongdina í einum vanlukkutryggingarmáli, heitir Arbeiðs- og brunaeftirlitið á skaðarakt um at brúka hesar møguleikar.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd