24. mar. 2022

Eltrygd

Frá 1. mars 2022 er Arbeiðs- og brunaeftirlitið avgreiðsluskrivstova hjá Elnevndini, og hevur dagligu umsitingina av eltrygdarøkinum um hendi.

Hetta merkir millum annað, at umsitingina av løggildingarlóggávuni fyri elinnleggjara er flutt frá SEV til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum framyvir tekur avgerð í løggildingarmálum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er enn í holt við at gera neyðugu tillagingarnar á heimasíðuni hjá stovninum.

Spurningar viðvíkjandi eltrygdarøkinum kunnu tó sendast til arb@arb.fo

Sí eisini https://arb.fo/eltrygd   

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd