Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi
Børn og ung skulu hava trygt eitt arbeiðsumhvørvi. Hetta er boðskapurin í nýggja lýsingarfilminum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Handilsvinnufelagnum.
Í 2021 vóru sambært Hagstovu Føroya 1489 børn og ung í aldrinum 13 til 17 ár skrásett sum løntakarar. Hetta eru 620 fleir enn í 2012. Størsti parturin av vøkstrinum, yvir 400, er í vinnugreinini Handil og smásøla, har tað í 2021 starvaðust 750 børn og ung.
Nógv børn og ung byrja tískil teirra arbeiðslív við at arbeiða nakrar tímar um vikuna í einum handli. Tá ið hesi byrja at arbeiða, er teirra kunnleiki um reglur um arbeiðsumhvørvi ofta avmarkaður. Hetta ger, at tilvitskan um møguligar vandar í arbeiðinum ofta er lítil.
Greiðar ábendingar eru um at ungir arbeiðstakarar í Føroyum javnan uppliva kundar, ið skelda, háða og vísa ósømiligan atburð móti teimum. Tílíkar keðiligar upplivingar kunnu hava neiligar avleiðingar fyri sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá ungu starvsfólkunum.
Sama mynstur sæst eisini aftur í norðurlendsku grannalondunum. Til dømis vísti ein donsk kanning frá Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø í 2018, at út av 325 ungum arbeiðstakarum høvdu 66% upplivað at kundar høvdu víst ósømiliga atferð móti teimum.
Sambært føroysku arbeiðsumhvørvislóggávuni hevur arbeiðsgevarin skyldu at tryggja øllum arbeiðstakarum eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi – eisini børnum og ungum. Hetta merkir eisini, at arbeiðsgevarin skal gera sítt til at fyribyrgja keðiligum hendingum, umframt at hava eina mannagongd fyri, hvussu keðiligar hendingar skulu handfarast.
Fyri at stuðla undir hesum hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eina sersíðu um arbeiðsumhvørvi hjá børnum og ungum undir 18 ár, har arbeiðsgevarar kunnu leita sær vegleiðing um, hvussu teir kunnu tryggja eitt likamliga og sálarliga trygt arbeiðsumhvørvi.
Samstundis ger tað einki, um øll verða mint á at tosa pent við tey ungu, soleiðis sum boðskapurin í lýsingarfilminum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Handilsvinnufelagnum ljóðar.