Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum
Í samband við umsitingin av lóggávuni um løggilding av elinnleggjarum er flutt frá SEV til Arbeiðs- og brunaeftirlitið og at verandi løggildingar, ið eru givnar sambært gomlu løggildingarlógini, skulu umleggjast til nýggjar løggildingar sambært nýggju løggildingarlógini (sí https://arb.fo/eltrygd-log-og-kunngerdir), er avgerð tikin um at útseta árliga løggildingargjaldið til oktober 2022.
Skriv við kunning verður í næstum sent til allar løggildar elinnleggjarar.
Spurningar kunnu sendast til arb@arb.fo