Broytingar á arbeiðsplássinum

Flestu arbeiðspláss uppliva fyrr ella seinni broytingar av onkrum slag. Broytingar á arbeiðsplássinum er eitt breitt hugtak.

Dømir um broytingar kunnu vera:

  • Bygnaðarbroytingar
  • Fólk verða søgd úr starvi
  • Fólk verða sett í starv
  • Samanlegging av deildum
  • Arbeiðsplássið flytur í annað stað
  • Nýggir arbeiðshættir skulu setast í verk
  • Arbeiðsuppgávur verða øðrvísi býttar
  • Nýggjar mannagongdir verða gjørdar
  • Nýggjur stjóri ella leiðari verður settur

Broytingar á arbeiðsplássinum kunnu seta í gongd eina jaliga menning bæði fyri starvsfólk og arbeiðsplássið, men verða tær ikki handfarnar rætt, kunnu tær hava keðiligar avleiðingar fyri sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Verða broytingarnar framdar skynsamt, rætt og við góðum samskifti millum leiðslu og starvsfólk, kann góða sálarliga arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum verða varðveitt gjøgnum broytingartilgongdina og eisini gerast enn betri enn áður.

Avleiðingar av broytingum

Broytingar á arbeiðsplássinum kunnu hava stóra ávirkan á sálarliga arbeiðsumhvørvið. Verða
broytingarnar ikki rætt handfarnar, kunnu tær hava við sær keðiliga ávirkan á heilsu og trivnað hjá
starvsfólki.
Broytingar fáa ofta starvsfólk at kenna seg ótrygg, tí at tey vita ikki, hvat ið er í væntu. Ógreiða
kann verða um arbeiðsbýti, arbeiðsuppgávur, arbeiðsmongd og mong onnur viðurskifti. Hetta kann
elva til strongd umframt aðrar keðiligar avleiðingar fyri heilsu og trivnaðin hjá starvsfólki. Ymiskt er
tó, hvussu starvsfólk uppliva broytingarnar og hvørja ávirkan tær hava á einstaka starvsfólkið.
Broytingar, ið fevna yvir eitt longri tíðarskeið á minst 2 ár, kunnu føra til minni starvsnøgdsemi,
minni áhuga fyri arbeiðinum, verri heilsu, størri kensluliga møði og størri sjúkrafráveru.
Starvsfólk venja seg ikki við broytingar, sjálvt um tey uppliva broytingar ferð eftir ferð.

Sálarliga arbeiðsumhvørvið í eini broytingartilgongd

Í eini broytingartilgongd eigur atlit at verða tikið til sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkum.

Um sálarligt arbeiðsumhvørvi verður sett í miðdepil áðrenn, ímeðan og eftir at broytingarnar eru
framdar, ber til at minka um keðiligu avleiðingarnar, ið broytingar kunnu hava fyri starvsfólkini.

Ein týðandi fortreyt fyri at fremja eina góða broytingartilgongd er, at arbeiðið við sálarliga
arbeiðsumhvørvinum fer fram í góðum samstarvi millum starvsfólk og leiðslu á arbeiðsplássinum.
Trygdarskipanin eigur eisini at hava lut í samskiftinum.

Kunning er serliga umráðandi í sambandi við skerjing av starvsfólkatali, og um arbeiðsplássið skal lata aftur. Starvsfólk eiga at verða kunnað um, hvussu umfatandi skerjingarnar verða, hvussu nógv starvsfólk verða koyrd úr starvi og hvørji tey eru. Kunning um hesi viðurskifti eigur at verða givin tíðliga í tilgongdini. Um nakað starvsfólk upplivir vandan fyri at missa starvið sum serliga tyngjandi, eigur leiðslan at taka hond um hesi. Strongdarreaktiónirnar kunnu eisini tálmast við at bjóða teimum starvsfólkum, ið verða søgd úr starvi, serkøna ráðgeving og stuðul í sambandi við nýtt starv og møguliga eftirútbúgving.
Tað hevur stóran týdning, at øll taka ábyrgd og taka lut í samskiftinum um sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Í eini broytingartilgongd eru tað serliga trý viðurskifti, ið virka fyribyrgjandi móti neiligum avleiðingum av broytingartilgongdini. Hesi eru gott samskifti, inndragan av starvsfólki og stuðul og førleikamenning.

21 góð ráð

Niðanfyri kanst tú lesa 21 góð ráð um, hvussu tað góða sálarliga arbeiðsumhvørvið kann verða varðveitt ígjøgnum eina broytingartilgongd.

  1. Leiðslan eigur at kunna starvsfólk um endamálið við broytingunum, um tørvin á broyting, um hvussu broytingarnar skulu fremjast, hvør tíðarætlanin er, hvørjir ágóðar ella fyrimunir broytingarnar fara at hava fyri arbeiðsplássið og starvsfólkið, umframt hvussu samskiftið um broytingarnar fer at fara fram.
  2. Starvsfólk eiga at verða kunnað so tíðliga sum til ber í gongdini og eiga at fáa møguleika til at greiða frá sínum áskoðanum, hugskotum og uppskotum.
  3. Gevið gætur, at tá ið leiðslan kunnar um ætlaðu broytingarnar á arbeiðsplássinum, hevur leiðslan helst arbeitt við broytingunum í eina tíð, meðan hetta er nýggj kunning fyri starvsfólkið.
  4. Kunningin frá leiðsluni eigur at vera gjøllig og leggja dent á tann týdningin, ið broytingin hevur fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum.
  5. Leiðslan eigur at syrgja fyri, at nokk av tíð og orku verður sett av til at tosa við starvsfólkini um broytingarnar og eigur at lurta væl eftir hugskotum, uppskotum og spurningum í sambandi við broytingarnar og geva leypandi afturboðan.
  6. Greiðar mannagongdir eiga at vera fyri, hvussu spurningar, ivamál og ótryggleiki hjá starvsfólki verða handfarin.
  7. Leiðslan eigur at gera starvsfólkunum greitt, hvønn tey eiga at venda sær til við spurningum, ørkymlan og hugskotum til broytingarnar.
  8. Gevið gætur, at millumleiðarar, starvsfólk og starvsfólkabólkar kunnu hava ymiskan tørv, tá ið broytingar fara fram, hetta kann vera í mun til samskifti, inndragan og stuðul, og at tørvurin kann taka seg upp ymiskar tíðir í gongdini.
  9. Leiðslan eigur at gera sær greitt frammanundan, hvørjir møguleikar og vandar í sambandi við sálarliga arbeiðsumhvørvi kunnu standast undir broytingartilgongdini.
  10. Leiðslan eigur at gera eina raðfestingarætlan yvir neyðug átøk til at menna tað jaliga og fyribyrgja møguligum vandum.
  11. Trygdarskipanin eigur at vera samstarvspartur í øllum viðurskiftum, ið snúgva seg um arbeiðsumhvørvi.
  12. Leiðslan eigur at gera sær greitt, hvat ið skal til fyri at brynja starvsfólkið til broytingarnar og eggja til prát um, hvussu øll á arbeiðsplássinum kunnu brúka hvønn annan og styrkirnar hjá hvørjum øðrum. Verið uppbyggjandi og stuðlið hvørjum øðrum.
  13. Leiðslan eigur at gera sær greitt, um arbeiðsplássið og trygdarskipanin hava tær neyðugu førleikarnar og vitanina, sum krevst til at kunna leggja ætlanir um, fremja og grundfesta broytingar, t.d. í mun til nýggj krøv í arbeiðinum og nýtt samstarv. Skipið fyri førleikamenning, so hvørt sum tørvur er á tí.
  14. Prátið um, hvat kann gerast fyri at betra um sálarliga arbeiðsumhvørvið í sambandi við broytingina. Gáið eftir, um tørvur er á uttanhýsis hjálp.
  15. Starvsfólk og starvsfólkabólkar eiga at verða tikin við upp á ráð tíðliga í broytingartilgongdini. Hetta er ein partur av teimum viðurskiftunum, sum skapa eina ognarkenslu og eitt gott grundarlag fyri einum góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi.
  16. Gerið í samstarvi við viðkomandi partar eina leypandi uppfylging av broytingini og broytingartilgongdini og gerið at enda eina eftirmeting. Við at uppfylgja og eftirmeta verða møguleikar latnir upp fyri at tillaga tilgongdina og fremja lærdóm í mun til komandi broytingar.
  17. Tær væntanir, ið starvsfólk hava um at verða tikin við upp á ráð, eiga at verða stemmaðar av við byrjan og so leypandi. Tað er umráðandi at starvsfólk vita, hvat ið tey kunnu hava ávirkan á.
  18. Leiðslan eigur at leggja dent á at vísa virðing fyri kenslunum hjá starvsfólki.
  19. Arbeiðsplássið eigur at seta sær sum mál, at gott sálarligt arbeiðsumhvørvi gerst ein natúrligur partur av arbeiðinum framyvir.
  20. Tosið leypandi um broytingartilgongdina til tess at skapa yvirlit yvir tí, ið fer fram. Veitið kunning eisini tá ið einki nýtt er at fortelja. Hetta kann hjálpa til við at sleppa undan ósannindum og leysatíðindum.
  21. Leiðslan eigur at samskifta við starvsfólk um møguligan tørv á nýggjum førleikum og hvussu farið verður fram fyri at tryggja, at einstaka starvsfólkið hevur neyðugu førleikarnar at røkja arbeiðið, eftir at broytingarnar eru framdar.