Arbeiðsumhvørvisráðstevnan 2025
Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Arbeiðsumhvørvisráðið skipa fyri arbeiðsumhvørvisráðstevnu í Stórhøllini við Tjarnir fríggjadagin 31. oktober 2025.
Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at geva íblástur til trygdarumboð, álitisfólk, starvsfólk, leiðslur og onnur, ið hava áhuga fyri arbeiðsumhvørvi.
Skráin fevnir millum annað um kveikjandi fyrilestrar og framløgur um trygdararbeiði, arbeiðsfatan og arbeiðsumhvørvi. Nærri skrá kemur seinni.
Ráðstevnan byrjar kl. 09.00 og endar kl. 16.00. Á døgurða verður ábit.
Luttøka er ókeypis, og tilmeldingarfreistin er 15. oktober 2025.
Meldast kann til ráðstevnuna á leinkjuni her: Tilmelding
					KUNNING
				
				
						03. mai. 2022					
					Trý nýggj oyðubløð til eløkið
						13. apr. 2022					
					Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi
						28. mar. 2022					
					Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum
						24. mar. 2022