Mát og vekt

Arbeiðseftirlitið umsitur økið mát og vekt. Í praksis merkir hetta, at Arbeiðseftirlitið kannar og verifiserar:

  • Vektir og
  • Volumenmátarar

Hetta eru vektir til ymisk vinnulig endamál sum t.d. í fiskivinnuni og í handlum, meðan
volumenmátarar fyri tað mesta eru olju- og bensinmátarar á bensinstøðum o.l.

Frá 1908 vóru hetta uppgávur, sum danski myndugleikin ‘Justervæsenet’ tók sær av, til hesin myndugleikin var avtikin í 1982.

Málsøkið var yvirtikið í 2008 og varð lagt til Arbeiðseftirlitið. Áðrenn hetta hevði Arbeiðseftirlitið í fleiri ár røkt praktiska partin av hesum virkseminum í Føroyum.

Av tí at talan er um løggildingar, ið hava stóran týdning fyri t.d. fiski- og alivinnuna í Føroyum, setur hetta eisini stór krøv til dygdina á arbeiðinum hjá Arbeiðseftirlitinum.

Arbeiðseftirlitið hevur eina samstarvsavtalu við FORCE, sum er ein løggild sertifiseringsfyritøka og sertifikatini frá Arbeiðseftirlitinum eru fevnd av DANAK akkrediteringini hjá FORCE.