Størri uttandura tiltøk
Arbeiðs- og brunaeftirlitið ummælir fyriskipan, t.d. tilbúgvingarætlanir, viðvíkjandi størri uttandura tiltøkum, har ið nógv fólk savnast, vegna løgregluna
í hesum sambandi kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið gera av, at ætlanir skulu verða settar í verk, sum fyribyrgja eldvanda, eldspjaðing ella spreinging ella tryggja, at fullgóðir rýmingar-, bjargingar- og sløkkingarmøguleikum eru, um eldur skuldi komið í, ella um óhapp skuldi staðið av vandamiklum evnum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann eisini gera av, at tá tiltøk eru, skal vaktarhald vera, ið kommunan stendur fyri, og sum fyriskiparin skal gjalda fyri eftir taksti, ið kommunan ásetir. Tann, ið hevur vaktarhald, skal hava hóskandi samleikaprógv og kann vera til staðar uttan nakran rættarligan úrskurð.
Størri tiltøk krevja loyvi frá løgregluni - sí her