Kreppustýringin í Føroyum
Tá ið fleiri partar í tilbúgvingini eru saman um eitt átak, er neyðugt við samskipan. Samskipan í hesum samanheingi merkir, at teir partar, ið eru um eitt átak, skulu í felag loysa eitt felags og yvirskipað mál, sum semja er um. Samstundis skal verða lagt upp fyri ábyrgdini og uppgávunum hjá hvørjum øki sær. Partarnir skulu viðurkenna, at teir eru bundnir av hvør øðrum fyri at loysa eina uppgávu. Tað merkir, at partarnir mugu gera avtalur og tillagingar sínámillum, eisini um, hvussu tvístøður kunnu loysast. Tað er samskipandi leiðslan, ið hevur ábyrgdina av at tryggja sær, at tað hendir.
Yvirskipaði leiðslubygnaðurin hevur fýra stig:
- Føroya landsstýri – Politiskum stigi.
- Kreppuráðið fyri Føroyar – Strategiskum stigi.
- Átaksráðið fyri Føroyar – Rakstrarligum (operativum) stigi.
- KST/OSC – Taktiskum stigi.
Myndugleikarnir í Føroyum, tað er bæði landsmyndugleikar, kommunur og ríkismyndugleikar, hava møguleika at seta í verk kreppustýringsskipanina í Føroyum (ella partar av henni) tá heilt serligar hendingar, ið ikki kann handfarast á vanligan hátt, koma fyri. Tað kann vera tá ein hendingin er so stór í vavið, er serliga torgreidd, ella tí at hendingin ikki kann handfarast orsaka av manglandi førleikum, fólkið ella útgerð, at tað gerst neyðugt við tvørfakligari samskipan og sínámillum kunning.
Sostatt kann kreppustýringsskipanin í Føroyum viðvirka til, at tað samlaða tilfeingi í Føroyum verður tikið í brúk og verður brúkt skjótt og munadygt tá ein kreppa kemur fyri. Yvirskipaðið málsetningurin er, at fylgjurnar av einari størri vanlukku kunnu avmarkast mest møguligt, so samfelagið og gerandisdagurin skjótt kann koma aftur í eina vanliga legu.
Lýsing av kreppustýringini í Føroyum
1: Føroya Landsstýri (Politiskt stig)
Í samband við størri hendingar verður Føroya Landsstýri kunnað av Kreppuráðnum fyri Føroyar og tosa verður um viðurskifti ið hava strategiskt ella politiskt eyðkenni.
2. Kreppuráðið fyri Føroyar (Strategiskt stig)
Kreppuráðið fyri Føroyar hevur yvirskipaðu tvørgangandi kreppustýringina ið er lýst í Yvirskipaðu tilbúgvingarætlanini fyri Føroyar.
Kreppuráðið er fyriskipanarligi snúningsdepilin fyri yvirskipaðu tvørfakligu kreppustýringini. Kreppuráðið er staðið fyri orðaskifti millum land og kommunur og millum føroyskar og danskar myndugleikar. Kreppuráðið hevur sum so ikki sjálvstøðugan avgerðarførleika, men virkar eftir grundreglunum um økisábyrgd, líkskap, nærleika og samstarv. Endamálið við at kalla Kreppuráðið fyri Føroyar saman er tryggja, at umboðini í ráðnum hava eitt stað har økisábyrgdarpartarnir møtast og taka sær av yvirskipaðu tvørfakligu samskipanini í samband við størri hendingar í Føroyum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið virkar sum samskipandi stápseind og skrivstova hjá Kreppuráðnum.
3. Átaksráðið fyri Føroyar (Operativt stig)
Átaksráðið fyri Føroyar (Færøernes Beredskabsstab) skal styrkja samskipanina millum føroyskar myndugleikar og ríkismyndugleikar í samband við størri hendingar og vanlukkur. Átaksráðið fyri Føroyar skal somuleiðis lata eina dagførda støðumynd til Kreppuráðið fyri Føroyar, so umboðini í Kreppuráðnum kunnu taka avgerðir út frá einum sakligum og fakligum grundarlagið.
Út yvir tað, hevur Átaksráðið fyri Føroyar sum uppgávu at samskipa nýtsluna av tí samlaða tilfeinginum tað verður seg útgerð, fólk og førleikar. Endamálið er at fáa best nyttu av tí samlaða tilfeinginum í Føroyum.
Átaksráðið fyri Føroyar (Færøernes Beredskabsstab) varðar av operativa átakinum á átaksstaðnum, og virkar sum bindilið millum OSC/KST og Kreppuráðið fyri Føroyar. Fasta umboðan í Átaksráðnum fyri Føroyar hava MRCC Tórshavn, løgreglan, umboð fyri kommunalu tilbúgvingina, heilsutilbúgvingin, umboð fyri umhvørvisvernd og umboð fyri Arktisk kommando. Tað skal viðmerkjast at Arktisk kommando ikki hevur økisábyrgd, virkar sum ein stuðulseind fyri Átaksráðið og hevur atgongd til eina røð av tilfeingið og førleikum ið kunnu verða hent í mun til eitt átak. Aftrat skal umboðan, umboðandi aðrar myndugleikar og sjálvboðin kallast inn til Átaksráðið, í mun til slag av hending. Hendan umboðan og samanseting eigur at verða lýst í deilplanum fyri Átaksráðið fyri Føroyar. Átaksráðnum fyri Føroyar kann gerast virkið á trimum ymiskum tilbúgvingarstigum, alt í mun til hvat slag av hending talan er um. (Hovedplan for Færøernes Beredskabsstab (Átaksráðið fyri Føroyar))
Formansskapurin í Átaksráðnum fyri Føroyar verður mannaður av MRCC Tórshavn í fall ein hending er á sjónum, smb. tilbúgvingarlógarinnar § 22 og av løgregluni um ein hending er á landi, smb. tilbúgvingarlógarinnar § 21.
4. Fyriskipanarstaðið (KST) og Fyriskipanarstøðin (KSN) (Taktiskt stig)
Í átaksleiðsluni eru leiðsluumboð frá teimum myndugleikum, sum hava ávísar átaksuppgávur í mun til ein ávísan tilburð. Bulurin í átaksleiðsluni í størri tilburðum við løstaðum persónum telur vanliga tríggjar átaksleiðarar. Tað er átaksleiðarin hjá politinum (ÁTL-POLITI), átaksleiðarin hjá heilsuverkinum (ÁTL-HEILSA) og átaksleiðarin hjá kommunalu tilbúgvingini (TEKNISKI-ÁTL).
Fyri at tryggja eitt munagott átak er týdningarmikið, at átaksleiðslan hevur eina felags fatan av støðuni og út frá henni setur mál fyri, hvussu átakseindirnar kunnu røkka ásettu málunum í felag.
Tað er týdningarmikið, at átaksleiðslan vísir sínámillum álit, er opin fyri fleiri møguligum loysnum og ger eina meting av møguligum avleiðingum. Fyri hvønn átaksleiðara er yvirskipað galdandi, at hann – afturat at hava førleika og kunnleika til galdandi reglur og bygnað innan egið øki – skal hava kunnleika til hini økini og teirra leiklutir og ábyrgd, eins og hann, í støðuni, má duga at tillaga seg og vera førur fyri at taka neyðugar avgerðir.
ÁTL-POLITI samskipar, vegna Føroya landfúta, tað samlaða átakið í øllum átaksøkinum, soleiðis at samlaða átakið verður so munagott sum møguligt. ÁTL-POLITI hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at tað verður samstarvað og samskipað, og at átaksøkið verður skipað, men hevur eisini uppgávur í sambandi við tilbúgvingarboð, bráðflytan, avbyrgjan og atgongueftirlit. Stuðulseindir, sum verða partar av einum átaki, eru undir ræði av ÁTL-POLITI, tá tær eru á átaksøkinum, men uttan fyri skaðastaðið.
TEKNISKI-ÁTL hevur ábyrgd av teknisku leiðsluni av átakinum á skaðastaðnum, harundir trygd og arbeiðsumstøður hjá starvsfólkinum. Átøk frá øllum átakseindum á skaðastaðnum skulu tí vera í tøttum samstarvi við TEKNISKI-ÁTL.
ÁTL-HEILSA hevur heilsufakligu ábyrgdina í samband við átakið, eisini viðvíkjandi heilsufakligum metingum, raðfestingum, viðgerðum, visitatiónum og sjúkraflutningi.
Um so er, at ósemja er ímillum tveir ella fleiri aktørar á staðnum í samband við ein tilburð á landi, hevur politiið heimild at skera ígjøgnum og tryggja, at átakið kann fara fram.