Tilbúgvingarráðið

Samsvarandi § 4 í løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving verður skipað eitt Tilbúgvingarráð, sum skal ráðgeva landsstýrismonnum í tilrættisleggingini av tilbúgvingini.

Í Tilbúgvingarráðnum sita:

  • Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum,  sum er formaður
  • Edvard Bjarnason, deildarstjóri á MRCC Tórshavn
  • Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari, sum umboðar Kommunurnar
  • Jan Simonsen, deildarstjóri á Heilsumálaráðnum, sum umboðar Heilsutilbúgvingina
  • Anni á Hædd, ráðgevi á Umhvørvisa- og vinnumálaráðnum, sum umboðar Umhvørvisvernd
  • Steen Nørskov, politiinspektørur, umboð fyri Føroya landfúta, sum er næstformaður
  • Lars Fodgaard Møller, Landslækni
  • Birna Mørkøre, Landsdjóralækni

Tilbúgvingarráðið ásetir sjálvt sína starvsskipan. 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur um hendi skrivstovuupgávurnar fyri ráðið.