- Sálarligt arbeiðsumhvørvi
- Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst
- Ógreið krøv og mótstríðandi krøv í arbeiðinum
- Høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum
- Niðrandi atburður, herímillum happing og kynsligur ágangur
- Arbeiðstongdur harðskapur í arbeiðstíð
- Arbeiðstongdur harðskapur uttan fyri arbeiðstíð
- Sálarligt arbeiðsumhvørvi og innrætting
- Kynsligur ágangur á heilsu- og røktarstarvsfólk
- Strongd
- Harðskapur og hóttanir
- Happing
- Broytingar á arbeiðsplássinum
- Sálarlig fyrstahjálp
- Vegleiðingar
- Amboð
- Lóggáva
Tilbúgvingarætlan fyri harðskap, hóttanir og skelkandi hendingar
Ein tilbúgvingarætlan er ein niðurskrivað mannagongd, ið sigur, hvussu farast skal fram, tá ið eitt starvsfólk hevur verið fyri harðskapi, hóttan ella aðrari skelkandi hending. Arbeiðspláss, har vandi er fyri at starvsfólk kunnu verða fyri harðskapi ella hóttan frá t.d. borgara, sjúklingi, næmingi ella viðskiftafólki, eiga at hava eina tilbúgvingarætlan.
Tilbúgvingarætlanin virkar sum eitt trygdarnet fyri starvsfólkini, tí at hon tryggjar, at starvsfólkini verða loftað, tá ið eitthvørt ógvisligt er hent. Endamálið er at steðga og avmarka neiligu avleiðingunum, ið ein keðilig hending kann hava fyri starvsfólkið.
Í tilbúgvingarætlanini stendur greitt, hvussu starvsfelagar og leiðsla veita hjálp og stuðul, soleiðis at øll vita, hvat tey skulu gera og hvussu. Tilbúgvingarætlanini er eisini við til at tryggja, at hendingar verða skrásettar, fylgdar upp, eftirmettar og fráboðaðar.
Tilbúgvingarætlanin, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur gjørt, er ein grundætlan, sum einstøku arbeiðsplássini sjálvi tillaga og fullfíggja.
Har ið klombur eru, skal arbeiðsgevarin avgera og skriva inn, hvør hevur ábyrgdina í teimum ymisku støðunum (t.d. leiðari, varðaleiðari, trygdarumboð, starvsfólk á vakt o.s.fr.)
Tilbúgvingarætlanin er í Word formati, soleiðis at arbeiðspláss sjálvi kunnu tillaga og fylla út ætlanina.
Tillaging av tilbúgvingarætlanini eigur at verða gjørd í samstarvi millum leiðslu og trygdarskipan.
Spurningar til at gera metingar av ávirkanunum í sálarliga arbeiðsumhvørvinum
Í kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi er ásett, at metingar skulu gerast av, um ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum seta trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum í vanda.
Um staðfestast kann, at ávirkanirnar eru til staðar, skal metast um, um fyribyrgjandi átøkini standa í mát við, hvussu umfatandi ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum eru.
Fyribyrgjandi átøk eru alt tað, ið arbeiðsplássið tilætlað og miðvíst hevur sett í verk fyri at sleppa undan neiligum avleiðingum í sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Tá ið fyribyrgjandi átøkini standa í mát við, hvussu umfatandi ávirkanirnar eru, hava ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum ikki neiliga ávirkan á trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum.
Fyri at kunna gera hesar metingarnar er neyðugt at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur tí gjørt vegleiðandi spurningar at spyrja, tá ið metast skal um, hvørt ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum seta trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum í vanda.
Spurningarnir eru ætlaðir sum eitt amboð til arbeiðsgevaran og arbeiðspláss at nýta.
Spurnaskjølini:
Spurningar um stóra arbeiðsbyrðu og tíðartrýst
Spurningar um ógreið krøv og mótstríðandi krøv
Spurningar um niðrandi atburð, herímillum happing og kynsligan ágang
Spurningar um høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum
Spurningar um arbeiðstongdan harðskap í arbeiðstíð og uttan fyri arbeiðstíð
Vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi
Trýst her fyri at síggja vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi
Amboð til at fyribyrgja og handfara høg kenslulig krøv
Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA) hevur ment eitt vísindaliga grundað amboð, ið stuðlar arbeiðsplássum í at fyribyrgja og handfara høg kenslulig krøv.
Høg kenslulig krøv í arbeiðinum merkir, at starvsfólk í sínum arbeiði hava samband við onnur menniskju, og at hetta sambandið krevur, at starvsfólk mugu seta seg inn í støðuna hjá hesum menniskjum, vísa empati og rúma teirra kenslum og atferð og samstundis eisini handfara og fjala egnar kenslur. Høg kenslulig krøv eru oftast í heilsu- røktar og umsorganarstørvum og í undirvísing.