Evni og tilfar

Ymisk evni og tilfar eru partar av fleiri sløgum av arbeiðum. Evni og tilfar, ið eru av slíkum slagi, at tey kunnu vera vandamikil fyri og minka um trygdina ella skaða heilsuviðurskiftini hjá starvsfólkum, mugu bert verða framleidd og nýtt í arbeiðsgongdum og arbeiðshættum, sum á tryggan hátt verja arbeiðsfólkini fyri vanlukkum og sjúkum.

Viðurkendir normar og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu verða fylgd.

Serligar reglur eru ásettar um:

serliga merking av evnum og tilfari, ið nýtt verða í arbeiði ella innpakking
skyldu til at seta í verk heilsufrøðiligar mátingar av luftdálking
fráboðan um evni og tilfar við skyldu til ávísing um viðurskifti, sum hava týdning fyri metan um, hvussu vandamikið evnið ella tilfarið er
at evni ella tilfar, ið kunnu vera vandamikil ella á annan hátt kunnu minka um trygdina og heilsustøðuna, ikki skulu nýtast, um tey kunnu verða skift út við vandaleys, minni vandamikil ella minni ørkymlandi evni ella tilfar
at evni ella tilfar, ið kunnu vera vandamikil ella á annan hátt kunnu minka um trygdina og heilsustøðuna, ikki skulu nýtast til ávís endamál ella innan serlig øki, áðrenn ein góðkenning frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er fingin til vega
at tøknilig dátubløð og líknandi frá framleiðara og innflytara av evnum og tilfari skulu innihalda allar upplýsingarnar um evnið ella tilfarið og somuleiðis um ta ávirkanina, ið tey kunnu hava á trygdina og heilsustøðuna í arbeiðsumhvørvinum
brúkaravegleiðing frá útvegarum og arbeiðsgevarum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið ásetir markvirði fyri evni og tilfar, og eisini eitt yvirlit yvir evni og tilfar, ið verða hildin at vera vandamikil ella minka um trygdina og heilsustøðuna.

Sí reglur og vegleiðingar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum fyri nærri kunning.

Asbest

Asbest kann vera ein álvarsligur heilsuvandi fyri tey, ið arbeiða við at taka niður ella gera í stand, har ið asbest er. Fært tú asbeststøv í lunguni, kanst tú verða í vanda fyri at fáa lungnakrabba ella lungahinnukrabba. Tí er tað sera umráðandi at starvsfólk, ið arbeiða har ið asbest er, eru vard móti asbeststøvi.

Tá ið eldri hús og bygningar skulu umvælast, eru ofta ivamál um hvørt hesi innihalda vandamikla evnið asbest. Høvuðsreglan í hesum sambandi er, at allir bygningar, sum eru reistir áðrenn 1990, kunnu væntast at innihalda asbest í ein ella annan mun.

Er ivamál um, hvørt talan er um tilfar við asbesti, og hetta ikki er møguligt at staðfesta, eigur tilfarið altíð at viðgerast sum um talan er um tilfar við asbesti í.

Niðanfyri er eitt vegleiðandi yvirlit yvir, hvat tilfar við asbesti í ofta eru í ymiskum rúmum. Fyri at kunna velja tað rætta tíðarskeiðið, er umráðandi at vita, nær bygningur er reistur, og nær møguligar umbyggingar ella uppíbyggingar eru gjørdar. 

Vegleiðandi yvirlitið fevnir um næstan alt tilfar við asbesti í. Tó so er í nøkrum sjáldsomum førum ein møguleiki fyri, at asbest er onkra aðrastaðni eisini.

Sjáldsamt: Minni enn 10 prosent sannlíkindi fyri, at tilfarið hevur asbest í.

Ofta: Meiri enn 10 prosent sannlíkindi fyri, at tilfarið hevur asbest í.

Hvar er asbest?

Stovur og kømur

 Yvirlit yvir hvar asbest vanliga er at finna í stovum og kømrum:

  Fyri 1955 1955-72 1973-80 1981-90
Rørinnleggingar (bjálving) Sjáldan Sjáldan    
Gólv, lufthiti (eternittkanalir)   Sjáldan Sjáldan Sjáldan
Veggir (plátur)   Sjáldan Sjáldan  
Loft (plátur)   Sjáldan Sjáldan  

Baðirúm og vesi

 Yvirlit yvir hvar asbest vanliga er at finna í baðirúmum og vesum:

  Fyri 1955 1955-72 1973-80 1981-90
Rørinnleggingar (bjálving) Sjáldan Sjáldan    
Gólv (magnesitt) Sjáldan      
Gólv (vinyl)   Sjáldan Sjáldan  
Mosaikkgólv (flísalím)   Ofta Ofta  
Flísar (flísalím)   Ofta Ofta  
Loft (plátur)   Sjáldan Sjáldan  

Køkur

Yvirlit yvir hvar asbest vanliga er at finna í køkum:

  Fyri 1955 1955-72 1973-80 1981-90
Rørinnleggingar (bjálving) Ofta Ofta    
Gólv (vinyl) Ofta Ofta Ofta  
Flísar (flísalím)   Ofta Ofta  
Loft (plátur)   Sjáldan Sjáldan  

Loft

Yvirlit yvir hvar asbest vanliga er at finna í loftinum:

  Fyri 1955 1955-72 1973-80 1981-90
Rørinnleggingar (bjálving) Ofta Ofta    
Íløt (ofta rør og tangar) (bjálving) Ofta Ofta    
Útluftingarkanalir, ljóari (eternittkanalir)  Ofta Ofta Ofta  Ofta
Berandi konstruktión (asbestpapp)  Sjáldan Sjáldan    

Kjallari

Yvirlit yvir hvar asbest vanliga er at finna í kjallaranum:

  Fyri 1955 1955-72 1973-80 1981-90
Rørinnleggingar (bjálving) Ofta Ofta    

Tøknirúm

Yvirlit yvir hvar asbest vanliga er at finna í tøknirúminum:

  Fyri 1955 1955-72 1973-80 1981-90
Rørinnleggingar (bjálving) Ofta Ofta    
Íløt (ofta rør og tangar) (bjálving) Ofta Ofta    
Útluftingarkanalir, ljóari (eternittkanalir)  Ofta Ofta Ofta  Ofta
Ketlar (pakningar)  Ofta Ofta Ofta  

Uttandura og klimaskermur

Yvirlit yvir hvar asbest vanliga er at finna í uttandura og í klimaskermum:

  Fyri 1955 1955-72 1973-80 1981-90
Tak (eternittskifur) Sjáldan Sjáldan Sjáldan Sjáldan
Tak (eternittbylgjuplátur) Sjáldan Ofta Ofta Sjáldan
Tak, sternkantar (eternitt)   Ofta Ofta Sjáldan
Tak (takpapp)   Sjáldan Sjáldan  
Skrábretti (eternitt) Sjáldan Sjáldan Sjáldan Sjáldan
Veggir (eternitt)   Sjáldan Ofta Sjáldan
Um vindeygu og element (fleksiblar fukur)     Sjáldan Sjáldan
Frítstandandi veggir   Sjáldan Sjáldan Sjáldan

Annað

Yvirlit yvir hvar asbest annars er vanliga at finna í :

  Fyri 1955 1955-72 1973-80 1981-90
Útveggir (vindstoppari)     Ofta Ofta

Arbeiði við asbest

Trygd í sambandi arbeiði við asbest

Fremjið arbeiðið støvfrítt

Arbeiðsgevarin hevur skyldu at tryggja at arbeiði, har asbest er ella møguliga er, verður framt so støvfrítt sum gjørligt, og at asbest ikki spjaðist.

Um tað verður brotið niður innandura, skal arbeiðsstaðið inndekkast við plasti, soleiðis at tað er støvtætt. Arbeiðsøkið skal hava mekaniska luftnýggjan, soleiðis at undirtrýst er í arbeiðsøkinum.

Upplæring

Arbeiðsgevarin eigur at skipa fyri at starvsfólkini fáa upplæring og leiðbeining í at arbeiða við tilfari, ið inniheldur asbest.

Asbestburturkast

Burturkast, ið inniheldur asbest, skal goymast og burturbeinast í afturlatnari, tættari innpakking, við áskrift um at asbest er í. 

Støvandi asbestburturkast skal vætast.