Fyriskipan av arbeiði

Alt arbeiði skal verða skipað soleiðis, at tað kann verða útint trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt út frá eini meting av teimum umstøðunum í arbeiðsumhvørvinum, sum kunnu hava eina ávirkan á likamligu ella sálarligu heilsuna.

Spurningar um arbeiðsumhvørvi, trygd og heilsu eiga at verða tiknir til viðgerðar longu tá ið tær fyrstu fyrireikingarnar fara fram í sambandi við ætlaða arbeiðið.

Fyrilit skal verða tikið fyri aldri, arbeiðsevnum, innliti og øðrum fortreytum hjá viðkomandi starvsfólki.

Havast skal í huga ikki at nýta konstruktiónir, sniðgeving, staklutaloysnir og arbeiðshættir, sum kunna vera vandamikil fyri trygd og heilsu, ella sum minka um trygdina og heilsuna hjá arbeiðsfólkunum. Eisini skal verða tryggjað, at arbeiðsumhvørvið sum heild ikki ávirkar trygdina og heilsuna hjá arbeiðsfólkunum hvørki í longri ella styttri tíð. 

Nýggj arbeiðspláss ella broytingar í verandi arbeiðsplássi

Tá ið eitthvørt nýtt verður framt ella onkur broyting er á arbeiðsplássinum, skulu hesar nýgerðirnar ella broytingarnar fylgja teimum almennu og serligu krøvunum fyri eitt gott arbeiðsumhvørvi sambært arbeiðsumhvørvislógini.

Nýgerðir ella broytingar kunnu m.a. fevna um:

  • Arbeiðspláss
  • Arbeiðsgongdir og arbeiðshættir
  • Nýtslu av nýggjari tøkniligari útgerð
  • Keypi av nýggjum tøkniligum hjálpartólum, persónligari verndarútgerð og evnum og tilfari

Trygdarskipanin, sum er á virkinum, skal luttaka í fyriskipanini av arbeiðinum. Á virkjum, har eingin trygdarskipan er sett á stovn, eiga arbeiðsfólkini at luttaka í fyriskipanini av arbeiðinum.

Barnakonur og bróstakonur

Barnakonur og tær, ið geva bróst eru serliga viðkvæmar og skulu tí verjast fyri vandum, ið kunnu vera á arbeiðsplássinum. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri at skipað arbeiðið soleiðis, at atlit verða tikin til trygd og heilsu og á tann hátt gera arbeiðið vandaleyst fyri barna- og bróstakonur.

Likamliga ella sálarliga nervandi ella skaðiligt arbeiði

Í teimum førum, har eitt arbeiði er likamliga ella sálarliga skaðiligt ella nervandi, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið seta krøv um at serlig arbeiðsumhvørvistiltøk skulu setast í verk. Slík tiltøk kunna vera vælferðartiltøk og onnur arbeiðsumhvørvistiltøk, sum eru neyðug fyri at fyribyrgja sjúku, sliti, vanlukkum v.m. 

Skyldurnar hjá arbeiðsgevaranum eru nærri útgreinaðar í kunngerð um útinnan av arbeiði.

Starvsfólk, sum arbeiða einsamøll

Um eitt starvsfólk arbeiðir einsamalt, og um arbeiðið av somu grund kann gerast vandamikið fyri viðkomandi, eigur viðkomandi at leggja arbeiðið øðrvísi til rættis, soleiðis at arbeiðið kann verða útint vandaleyst. Um ikki ber til at sleppa undan vanda, skal viðkomandi starvsfólk ikki arbeiða einsamalt.

Arbeiði í økjum, har serligur vandi kann vera

Tá ið eitt arbeiði verður gjørt í einum øki, har serligir vandar kunnu vera, skulu einans starvsfólk við teimum neyðugu kunnleikunum og/ella førleikunum hava atgongd til økið. 

Likamliga ella sálarliga støðan hjá starvsfólkum

Um likamliga ella sálarliga støðan hjá einum starvsfólki kann økja um vandan hjá starvsfólkinum sjálvum ella hjá starvsfeløgunum í einum ávísum arbeiði, skal viðkomandi starvsfólk ikki verða sett til hetta arbeiðið.

Fyribyrging við útinnan av arbeiði

Tá ið eitt arbeiði verður útint, skal tryggjats at fyribyrgt er fyri:

  • Vanda fyri niðurraping
  • Omanlopi
  • Mold- ella grótskriðum
  • Vanda frá elveitingum
  • Ristingum o.tíl.
  • Spreinging
  • Eldi
  • Eitring og kvaling o.tíl.
  • Leka og birting av vandamiklum dusti, royki, guvu, lukti, gassi o.tíl.
  • Smittandi sjúku

Ljós

Ljósviðurskiftini á einum arbeiðsplássi eiga at vera heilsuliga og trygdarliga fult forsvarlig og skulu nøkta ymisk sløg av tørvum. Viðmælt verður, at arbeiðsrúmið hevur vindeygu við útsýni, tí hetta gevur gott ljós og skapar eitt hugaligt arbeiðsumhvørvi. 

Les eisini danska vegleiðing um ljósviðurskifti á føstum arbeiðsplássum her.

Ljóðviðurskifti

Sleppast skal undan óneyðugum óljóðum. Óljóðsstigið skal vera so lágt sum gjørligt og rímiligt við atliti at tøkniligari menning. Viðmælt verður, at øll arbeiðspláss hava eitt markvirði fyri óljóð á 85dB og 137dB fyri bráðljóð.  

Sí eisini kunngerð um markvirði fyri óljóð á arbeiðsplássum.

Les eisini vegleiðing um óljóð á arbeiðsplássinum

Les eisini annað tilfar og vegleiðingar um óljóð 

Hitaviðurskifti

Viðmælt verður, at hitastigini á einum arbeiðsplássi við sitiarbeiði eru millum 18 og 25 stig. Hitin eigur ikki at fara upp um 25 stig.

Eru hitaviðurskiftini ikki í lagi, skulu tiltøk setast í verk, sum verja starvsfólkini fyri ov nógvum hita ella kulda.

Les eisini vegleiðing um hitaviðurskifti á føstum arbeiðsplássum og um arbeiði í nógvum hita ella kulda

 

Upplæring og leiðbeining í at útinna arbeiði trygt og vandaleyst

Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at hvørt einstakt starvsfólk uttan mun til slag og longd av setan, fær nóg góða og málrættaða upplæring og leiðbeining í at útinna sítt arbeiði á ein vandaleysan hátt. Upplæringin skal fara fram í arbeiðstíð.

Upplæring og leiðbeining í at útinna arbeiði trygt og vandaleyst skal fara fram við:

  • Starvssetan
  • Flyting ella broyting av arbeiðsuppgávum
  • Innføring ella broyting av arbeiðsútgerð
  • Innføring av nýggjari tøkni