Vinnubræv til vinnukavarar og kavarahjálparar

Kavaraarbeiði kann bert verða útint av persónum, sum hava vinnubræv útskrivað frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sambært løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð.

Kavaraarbeiði er arbeiði, ið fer fram undir vatnlinjuni, og sum krevur, at andingarevni verður nýtt fyri at arbeiðið kann fara fram. Eisini verður gjald vanliga tikið fyri kavaraarbeiði.

Vinnuligar kavarauppgávur kunnu eisini fevna um serligar uppgávur, sum hava við bjargingar og tílíkt at gera, uttan mun til um arbeiðið verður gjørt fyri eitt gjald ella ikki.

Tann, ið biður ein persón um at útinna eitt kavaraarbeiði, skal tryggja sær, at viðkomandi hevur vinnukavarabræv, sum samsvarar við arbeiðið, ið skal gerast.

Vinnubrøvini til vinnukavara eru:

  • Vinnubræv sum SCUBA-kavari (kavari við vanligari luft sum andingarevni at útinna arbeiði á 0-30 metra dýpi)
  • Vinnbræv sum vinnukavari við luftveitan frá landi (tað loyvda er ymiskt)
  • Vinnubræv sum blandingsgasskavari (kavari við blandingsgassi sum andingarkelda)
  • Skeið í skering/sveising v.m. (skering/sveising, hátrýstspuling (30 bar og meira), spreinging og kaving í sambandi við bjargingartiltøk)
  • Vinnubræv sum hjálparfólk/kavarahjálpari (hjálparfólk hjá kavara)

Førleikakrøv fyri at fáa vinnubræv sum vinnukavari

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrivar út vinnubrøvini grundað á prógv frá skeiðsveitara, sum er løggildur av Próvtøkunevndini fyri kavaravinnu til at veita viðkomandi útbúgving.

Harumframt krevst, at viðkomandi umsøkjari er fyltur 18 ár og kann vísa læknaváttan, ið prógvar, at heilsustøðan er nøktandi.

Hvussu søki eg um vinnubræv?

Tú søkir um vinnubræv sum vinnukavari ella kavarahjálpari við at fylla út viðkomandi oyðublað, og senda tað, umframt kravdu skjølini, til Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Kostnaðurin fyri at útskriva eitt vinnubræv er 1.000 kr.

Hesi skjøl skulu sendast saman við oyðublaðnum:

  • Útbúgvingarprógv
  • Prógv í fyrstuhjálp fyri vinnukavarar
  • Læknakanning, ið er tikin í sambandi við útbúgvingina (aspirantkanning)
  • Kvittan fyri gjald

Legg til merkis, at umsóknin verður ikki viðgjørd, fyrr enn øll skjølini eru til taks.

 

Endurnýggjan av vinnubrøvum 2. hvørt ár

Vinnubrøv til vinnukavarar hava eina gildistíð á í mesta lagi 2 ár, og skulu tískil endurnýggjast 2. hvørt ár.

Eitt vinnubræv fær tó ongantíð longri gildistíð enn 24 mánaðir frá og við at seinasta læknakanningin er gjørd.

Søkjast kann við at fylla út viðkomandi oyðublað og senda tað til Arbeiðs- og brunaeftirlitið við einum telduposti ella við vanligum posti.

 Í sambandi við endurnýggjan av vinnubrævinum, skal umsøkjarin senda viðkomandi skjøl:

  • Læknakanning, ið ikki er eldri enn 3 mánaðir, sum staðfestir, at vinnukavarin framvegis er skikkaður til at útinna kavaraarbeiði.
  • Galdandi endurnýggjanarskeið í fyrstuhjálp fyri vinnukavarar, ið ikki er eldri enn 1 ár.
  • Kvittan fyri gjald á 350 kr.

Legg til merkis, at umsóknin verður ikki viðgjørd, fyrr enn øll skjølini eru til taks. 

Endurútskriving av vinnubrøvum

Er títt vinnubræv t.d. burturmist, kanst tú søkja um at fáa tað endurútskrivað. Søkjast kann við at fylla út viðkomandi oyðublað og senda tað til Arbeiðs- og brunaeftirlitið við einum telduposti ella við vanligum posti. Kostnaðurin er 350 kr. Hesi skjølini skulu sendast saman við:

  • Avrit av tí gamla vinnubrævinum
  • Kvittan fyri gjald á 350 kr
  • Passmynd

 Legg til merkis, at umsóknin verður ikki viðgjørd, fyrr enn øll skjølini eru til taks.

Um læknakanning

Kavarar, sum útinna kavaraarbeiði, skulu hava eina læknakanning, sum er galdandi fyri viðkomandi kavaraarbeiði.

Kavarar skulu annað hvørt ár fáa staðfest við eini læknakanning, at teir eru skikkaðir til at útinna kavaraarbeiði.

Lýkur ein kavari ikki tey ásettu heilsukrøvini, fer kavarabrævið úr gildi og kann takast aftur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Sama er galdandi, um ein kavari noktar at lata seg kanna av lækna.

  • Ein umsøkjari, ið verður tikin inn á ein løggildan kavaraskúla ella luttekur á einum kavaraskeiði, sum veitir løggilda kavaraútbúgving, skal hava heilsuváttan frá læknakanning fyri kavarar, sum ikki er eldri enn 3 mánaðir, tá søkt verður.
  • Er kavarin yngri enn 50 ár, er kravið, at hann 2. hvørt ár fær gjørt eina lítla læknakanning, men at hann 6. hvørt ár fær gjørt eina stóra læknakanning.
    Er kavarin 50 ár ella eldri, er kravið, at hann 2. hvørt ár fær gjørt eina stóra læknakanning.

Um skeið í fyrstuhjálp

Kavarar og kavarahjálparar skulu í minsta lagi annaðhvørt ár taka endurútbúgvingarskeið í fyrstuhjálp, sum er løggilt av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Kavarar og kavarahjálparar hava skyldu til altíð at hava sítt skeið í fyrsthjálp dagført. Er skeiðið eldri enn 2 ár, kann viðkomandi ikki longur virka sum kavari ella kavarahjálpari.

Umbýti av útlendskum vinnubrøvum

Sum útgangsstøði krevst skeiðsprógv frá einum skeiðsveitara, ið er løggildur av Próvtøkunevndini fyri kavaravinnu, fyri at kunna fáa føroyskt vinnubræv.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann tó eftir umsókn umbýta ávís útlendsk vinnubrøv til føroysk.

Hetta krevur, at útlendska útbúgvingin er viðurkend av Próvtøkunevndini fyri kavaravinnu. 

Samsvarar útlendska vinnubrævið ikki beinleiðis við eitt føroyskt, so verður tað býtt um til lægri føroyskt vinnubræv, sum samsvarar so væl sum gjørligt við tað útlendska.