Vinnubrøv til kranar

Kranar og líknandi vinnutól mugu bert verða førd av persónum við vinnubrævi sambært kunngerð nr. 91 frá 20. juni 2011 um vinnubræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól.

Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at persónarnir, ið passa tey nevndu tólini, hava tey neyðugu vinnubrøvini til tólini. 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka eitt loyvisbræv aftur, varandi ella í eina ávísa tíð, um tann, ið passar eitt tól, við grovum ósketni ella av heilsuligum orsøkum verður mettur óskikkaður til at passa tólið.

Vinnubrøvini til kranar eru:

  • Vinnubræv A: Tornkrani – vinnubrævið fevnir eisini um C kranar.
  • Vinnubræv B: Mobilkrani – vinnubrævið fevnir eisini um teleskoplessarar við gaflum og entreprenørmaskinir, ið kunnu nýtast sum krani.
  • Vinnubræv C: Travers- ella portalkrani
  • Vinnubræv D: Lastbilakrani til og við 25 t/m – vinnubrævið fevnir eisini um C kranar, teleskoplessarar við gaflum, entreprenørmaskinur, ið kunnu nýtast sum krani, og teleskoplessarar við liftiokum til bingjur.
  • Vinnubræv E: Lastbilakrani yvir 25 t/m – vinnubrævið fevnir eisini um C krana, D krana, teleskoplessarar við gaflum, entreprenørmaskinur, ið kunnu nýtast sum krani, og teleskoplessarar við lyftiokum til bingjur.

 

Førleikakrøv fyri at fáa vinnubræv til krana

Arbeiðs- og brunaeftirlitinum skrivar út vinnubrøvini grundað á prógv frá skeiðsveitara, sum er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Harumframt krevst, at viðkomandi umsøkjari er fyltur 18 ár og kann vísa læknaváttan, ið prógvar, at hann er skikkaður til at passa tólini. Læknaváttanin er tann sama sum til vanligt koyrikort B til persónsbil.

Hvussu søki eg um vinnubræv?

Tekur tú kranaskeið frá skeiðsveitara, sum er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, avgreiðir skeiðsveitarin skjøl og umsókn víðari til myndugleikan fyri teg, eftir at tú hevur staðið ástøðiligu og verkligu royndina.

Harumframt innkrevur skeiðsveitarin gjaldið, sum er 1000 kr., til myndugleikan.  

Vinnubrævið verður sent tær við vanligum posti.

Endurskriving av vinnubrøvum

Er títt vinnubræv t.d. burturmist, kanst tú søkja um at fáa tað endurútskrivað. Kostnaðurin er 350 kr. Tú kanst søkja við at fylla út viðkomandi oyðublað, sum tú sendir við postinum ella við einum telduposti.   

Hesi skjøl skulu sendast saman við inn til Arbeiðs-og brunaeftirlitið:

  • Avrit av gamla loyvisbrævinum
  • Kvittan fyri gjald á 350 kr
  • Passmynd.

Umbýti av útlendskum vinnubrøvum til krana

Sum útgangsstøði krevst skeiðsprógv frá einum skeiðsveitara, ið er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, fyri at kunna fáa føroyskt vinnubræv.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann tó, eftir umsókn, umbýta ávís útlensk vinnubrøv til føroysk. Hetta krevur tó, at tann rætti myndugleikin í viðkomandi landi hevur skrivað út eitt galdandi vinnubræv. Útlendska vinnubrævið verður tá býtt um til eitt føroyskt vinnubræv, sum samsvarar so væl sum gjørligt við tað útlendska. Samsvarar útlendska vinnubrævið ikki beinleiðis við eitt føroyskt, so verður tað býtt um til lægri føroyskt vinnubræv, sum samsvarar so væl sum gjørligt við tað útlendska.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umbýtir galdandi vinnubrøv frá Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi og Íslandi til føroysk.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umbýtir einans vinnubrøv frá øðrum londum, um ítøkiliga vinnubrævið longu er viðurkent í einum øðrum norðurlendskum landi.

Kostnaðurin fyri at umbýta eitt útlendsk vinnubræv er 1000 kr.

Tú søkir við at flylla út oyðublaðið, sum tú sendir við postinum ella við einum telduposti.   

Hesi skjøl skulu sendast við:

  • Avrit av útlendska loyvisbrævinum
  • Kvittan fyri gjald á 1000 kr.
  • Passmynd.