Vinnubræv til gaffiltrukk

Gaffiltrukkar og líknandi vinnutól mugu bert verða førd av persónum við vinnubrævi sambært kunngerð nr. 91 frá 20. juni 2011 um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól.

Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at persónarnir, ið passa tey nevndu tólini, hava tey neyðugu vinnubrøvini til tólini.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka eitt vinnubræv aftur, varandi ella í eina ávísa tíð, um tann, ið passar eitt tól, við grovum ósketni ella av heilsuligum orsøkum verður mettur óskikkaður til at passa tólið.

Førleikakrøv fyri at fáa vinnubræv til gaffiltrukk

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrivar út vinnubrøvini grundað á prógv frá skeiðsveitara, sum er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Harumframt krevst, at viðkomandi umsøkjari er fyltur 18 ár og kann vísa læknaváttan, ið prógvar, at hann er skikkaður til at passa tólini. Læknaváttanin er tann sama sum til vanligt koyrikort B til persónsbil.

Hvussu søki eg um vinnubræv?

Tekur tú trukkskeið frá skeiðsveitara, sum er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, avgreiðir skeiðsveitarin skjøl og umsókn víðari til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, eftir at tú hevur staðið ástøðiligu og verkligu royndina.

Harumframt innkrevur skeiðsveitarin gjaldið á 1000kr til myndugleikan.

Vinnubrævið verður sent tær við vanligum posti.

Endurskriving av vinnubrøvum

Er títt vinnubræv burturmist, kanst tú søkja um at fáa tað endurútskrivað. Kostnaðurin er 350 kr. Tú kanst søkja talgilt á heimasíðuni hjá myndugleikanum (søk talgilt) ella við einum vanligum oyðublaði (oyðublað), sum tú sendir við postinum ella við einum telduposti.

Hesi skjøl skulu sendast saman við inn til Arbeiðs-og brunaeftirlitið:

  • Avrit av gamla loyvisbrævinum
  • Kvittan fyri gjald á 350 kr
  • Passmynd.

Umbýti av útlendskum vinnubrøvum til gaffiltrukk

Sum útgangsstøði krevst skeiðsprógv frá einum skeiðsveitara, ið er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, fyri at kunna fáa føroyskt vinnubræv. 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann tó, eftir umsókn, umbýta ávís útlendsk vinnubrøv til føroysk. Hetta krevur tó, at tann rætti myndugleikin í viðkomandi landi hevur skrivað út eitt galdandi vinnubræv. Útlendska vinnubrævið verður tá býtt um til eitt føroyskt vinnubræv, sum samsvarar so væl sum gjørligt við tað útlendska. Samsvarar útlendska vinnubrævið ikki beinleiðis við eitt føroyskt, so verður tað býtt um til lægri føroyskt vinnubræv, sum samsvarar so væl sum gjørligt við tað útlendska.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umbýtir galdandi vinnubrøv frá Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi og Íslandi til føroysk.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umbýtir einans vinnubrøv frá øðrum londum, um ítøkiliga vinnubrævið longu er viðurkent í einum øðrum norðurlendskum landi.

Kostnaðurin fyri at umbýta eitt útlendskt vinnubræv er 1000 kr.

Tú kanst søkja talgilt á heimasíðuni hjá myndugleikanum (søk talgilt) ella við einum vanligum oyðublaði (oyðublað), sum tú sendir við postinum ella við einum telduposti.

Hesi skjøl skulu sendast við:

  • Avrit av útlendska loyvisbrævinum
  • Kvittan fyri gjald á 1000 kr
  • Passmynd.