Vinnukavaraútbúgving
Fyri at fáa bræv sum vinnukavari skal umsøkjarin prógva:
- at hann hevur útbúgving
- at hann er fyltur 18 ár, og
- at heilsustøðan er nøktandi. – sí oyðublað til læknakanning.
Útbúgving sum vinnukavari til eitthvørt endamál, undir hesum eisini vinnukavarahjálparfólk, kann fáast á einum kavaraskúla ella á einum kavaraskeiði, sum er góðkent av Próvtøkunevndini fyri kavaravinnu.
- Próvtøkunevndin skipar fyri próvtøkum og kavararoyndum og skrivar próvtøkuskjalið.
- Próvtøkunevndin kann nýta próvdómara, sum ikki er limur í próvtøkunevndini, til próvtøkur og kavararoyndir.
Próvtøkunevndin er eisini góðkenningarnevnd, sum skal góðkenna kavaraskúlar og kavaraskeið.
Sí eisini sersíðuna um vinnubræv til vinnukavarar og kavarahjálparar
Sløg av vinnubrøvum
A. Kavari við andarevni frá landi, 50 metur (Commersiel diver, 50 metres). Hesi kunnu síðan fáa átekning um eyka førleika (C-F).
(*)§ 12. Kavaraarbeiði, eftir hesi kunngerð, kann bert útinnast av persónum, sum hava prógv sum vinnukavari, við andingarevni frá landi. Stk. 2. Kavaraarbeiði, har blandingsgass verður nýtt og kavaraarbeiði sum fer fram á meira enn 0-50 metra dýpi, kann einans verða útint av vinnukavarum, sum hava staðið roynd í kaving við blandingsgassi sbrt. kunngerð um kavaraskúlar og kavaraskeið.
B. SCUBA-kavari (SCUBA-diver) (Self Contained Breathing Apparatus), at útinna kavaraarbeiði niður á 30 metra dýpi við útgerð, sum gevur vanliga luft sum andingarevni. Nevnda arbeiði er tó avmarkað til lættari kavaraarbeiði. Hesi vinnubrøv kunnu ikki fáa átekning (C-F).
(*)§ 13. Hóast ásetingarnar í § 12 kunnu kavarar, sum hava prógv sum SCUBA-kavari sbr. § 10 í kunngerð um kavaraskúlar, kavaraskeið og kavaraútbúgving, útinna kavaraarbeiði á 0-30 metra dýpi við útgerð, sum gevur vanliga luft sum andingarevni. Nevnda arbeiði er tó avmarkað til lættari kavaraarbeiði.
G. Bjargingarkavari (Rescue diver) kann gera bjargingaruppgávur, og útinnast av persónum við vinnubrævi, sum ávikavist SCUBA-kavari ella vinnukavari við andingar[1]evni frá landi, tá hesir hava luttikið á skeiði í samband ið bjarging.
(*)§ 14, stk. 2. Kaving í sambandi við bjarging, kann útinnast av persónum við vinnubrævi sum ávikavist SCUBA-kavari ella vinnukavari við luftveitan frá landi, tá hesir hava luttikið í skeiði í hesum arbeiði.
H. Kavari við andarevni frá landi, 30 metur (Commersiel diver, 30 metres). Hesi kunnu síðan fáa átekning um eyka førleika (C-F).
(*)§ 12. Kavaraarbeiði, eftir hesi kunngerð, kann bert útinnast av persónum, sum hava prógv sum vinnukavari, við andingarevni frá landi. Stk. 2. Kavaraarbeiði, har blandingsgass verður nýtt og kavaraarbeiði sum fer fram á meira enn 0-50 metra dýpi, kann einans verða útint av vinnukavarum, sum hava staðið roynd í kaving við blandingsgassi sbrt. kunngerð um kavaraskúlar og kavaraskeið.
I. Kavarahjálparfólk (Tender). Treytin fyri at kunna verða tikin inn á ein kavaraskúla ella kavaraskeið, ið veitir frálæru til kavara[1]hjálparfólk er, at umsøkjarin:
1. Er fyltur 18 ár.
2. Innanfyri seinastu 2 árini hevur staðið skeið í fyrstuhjálp.
(*)§ 7, Stk. 2. Hjálparfólkið nevnt í stk. 1, skal kunna prógva neyðugan kunnleika til viðkomandi arbeiði, annaðhvørt við vinnubrævi til kavaraarbeiði, ella við at hava góðkenda kavaraútbúgving sbrt. kunngerð um kavaraskúlar og kavaraskeið.
Átekningar
C. Blandingsgasskavari (Mixed gass)
(**)§ 9. Fyri at fáa vinnubræv sum kavari við blandingsgassi sum andingarkelda, verður frálæra givin og próvroynd tikin sbrt. § 3.
D. Spreingja (Blasting), E. Skera, sveisa (Cutting/Welding),
F. Spula við hátrýstamboði (30 bar ella meira) (High pressure water jetting.)
(*)§ 14. Kavaraarbeiði, sum fevnir um at skera, sveisa, spula við hátrýstamboði (30 bar ella meira) ella at spreingja, skal einans útinnast av kavarum, sum við nøktandi úrsliti hava luttikið á skeiði fyri tílíkt kav[1]araarbeiði umframt at hava tað í § 12, nevnda prógv.
(*) Kunngerð nr. 104 frá 06.08.2009
(**) Kunngerð nr. 103 frá 06.08.2009