Vanlig løggilding ella hjávinnuløggilding

Elinnleggingarfyritøkur við vanligari løggilding kunnu gera og servisera allar elektriskar innleggingar til sterkstreym og innleggingar av ikki-sterkstreymsriknum stýringsskipanum og reguleringsskipanum, sum verða nýttar til at stýra sterkstreymsfunktiónum.

Elinnleggingarfyritøkur við hjávinnuløggilding kunnu ikki gera størri og fakliga meira krevjandi uppgávur. Við størri og fakliga meira krevjandi uppgávur skilst m.a. innleggingar í elektriskum útbúnaði, innleggingar í størri virkisbygningum, almennum bygningum, t.d. skúlum og sjúkrahúsum og raðhúsabyggingum.

Elnevndin metir í hvørjum føri sær, um talan er um størri og fakliga meira krevjandi uppgávur.