Nær er krav um løggilding?

Bara elinnleggingarfyritøkur við løggilding kunnu gera og servisera elektriskar innleggingar til sterkstreym og innleggingar av ikki-sterkstreymsriknum stýringsskipanum og reguleringsskipanum, sum verða nýttar til at stýra sterkstreymsfunktiónum.

Arbeiði, sum eru fevnd av kravinum um løggilding, verða roknað frá og við fastari íbinding í ella úrbinding úr elveitingarútbúnaði og fevna um fastar kaðalskipanir, talvur, málarar, íbindingarstøð og annað fast innleggingartilfar umframt fasta íbinding og úrbinding av elektriskum maskinum og brúkslutum.

Fyritøkur, sum vinnuliga framleiða ella servisera stýringsskipanir og reguleringsskipanir, sum verða nýttar til at stýra sterkstreymsfunktiónum, kunnu leggja inn og servisera ikki-sterkstreymsriknar stýringsskipanir og reguleringsskipanir.

Fyritøkur, sum vinnuliga framleiða ella servisera elektriskar maskinur og brúkslutir, kunnu gera fastar íbindingar og úrbindingar av elektriskum maskinum og brúkslutum og servisera hesi.

Talvuframleiðarar kunnu í ávísan mun servisera innleggingartalvur. Tað fevnir um at umvæla, viðlíkahalda, hava eftirlit við, tillaga og kanna elinnleggingartalvur, men ikki um at broyta og skifta út innleggingartalvur.