Fráboðan um arbeiðsóhapp
Eitt arbeiðsóhapp ella ein arbeiðsvanlukka er sambært arbeiðsumhvørvislóggávuni ein persónskaði, ið er hendir orsakað av einum arbeiði í tænastu fyri ein arbeiðsgevara, og sum hevur við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin.
Slíkar hendingar, umframt allar eitranir, skulu fráboðast Arbeiðseftirlitinum sum skjótast, og áðrenn 9 dagar eru farnir.
Er talan um álvarsligar vanlukkur og eitranir, skal Arbeiðseftirlitið verða fráboðað beinanvegin umvegis telefon.
Hvussu skal fráboðast?
Arbeiðsóhapp kunnu fráboðast talgilt til Arbeiðseftirlitið á heimasíðuni hjá stovninum, sí Fráboða arbeiðsóhapp/arbeiðsvanlukku.
Arbeiðsóhapp/arbeiðsvanlukkur kunnu tó framvegis fráboðast við einum oyðublaði frá Arbeiðseftirlitinum: Oyðublað. Oyðublaðið skal sendast til Arbeiðseftirlitið við telduposti til vanlukkur@arb.fo ella við vanligum posti til ‘Arbeiðseftirlitið, Óðinshædd 11, 2. hædd, 100 Tórshavn'.
Hvør skal boða frá?
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at boða frá teimum vanlukkunum, sum raka hansara arbeiðsfólk. Rakar ein vanlukka onkran, sum ikki arbeiðir í fyritøkuni, eigur viðkomandi sjálvur at syrgja fyri, at boðað verður frá. Eisini tey, sum eiga ella brúka maskinur, hava skyldu at boða frá vanlukkum.
Tilgongdin víðari
Seinast 2 arbeiðsdagar eftir móttøku av skaðafráboðanini verður ein móttøkuváttan send arbeiðsgevaranum, tí skaðarakta og møguligum starvsfólkavaldum trygdarumboðum á arbeiðsplássinum.
Seinast 2 vikur eftir móttøku av móttøkuváttanini verður eitt skriv sent til omanfyri nevndu partar um, hvørt Arbeiðseftirlitið ger meira við málið ella ikki.
Endurgjald og Vanlukkutryggingarráðið
Arbeiðsvanlukkur skulu fráboðast av arbeiðsgevaranum hjá tryggjaða til Vanlukkutryggingarráðið. Arbeiðsgevarin skal lata fráboðanina um arbeiðsskaða inn til tryggingarfelagið, har hann hevur teknað arbeiðsskaðatrygging.
Fráboðan um vinnusjúku, skal viðkomandi lækni lata Vanlukkutryggingarráðnum beinleiðis.
Er talan um ein sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara (lands- ella ríkismyndugleikar), skal arbeiðsgevarin lata Vanlukkutryggingarráðnum fráboðanina beinleiðis.
Verður fráboðanarskyldan ikki hildin, kann tað hava bót og endurgjaldsábyrgd við sær.
Fráboðan verður gjørd á serligum oyðublað, ið er tøkt á heimasíðuni undir "oyðubløð". Útfylt skaðafráboðan og læknaváttan 1 skal sendast til Vanlukkutryggingarráðið á vanlukkutrygging@arb.fo.