Fyribyrging og góð ráð - starvsfólk

Sambært arbeiðsumhvørvislógini hevur arbeiðsgevarin høvuðsábyrgdina av, at arbeiðið kann útinnast trygdar- og heilsuliga ráðiligt. Hetta merkir, at likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið hvørki yvir styttri ella longri tíðarskeið skal skerja trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum.

 

Í harðskapsstøðuni

Fylg rutinum og mannagongdum, um tú kemur í eina harðskapsstøðu.

 

Les persónin av

Met um støðuna við at lesa mótpartin av. Bæði verbal og non-verbal tekin.

 

Legg merki til um:

  • Viðkomandi tykist at vera rúsað/ur.
  • Viðkomandi tykist at vera sera strongd/ur.
  • Viðkomandi (um tú kennir hann/hana) hevur annað kropsmál enn vanligt.
  • Viðkomandi reagerar ógvusliga, tá ið krøv verða stillað honum/henni.

 

Góð ráð um hvussu tú bert teg at, um onkur er hóttandi mótvegis tær

  • Ver rólig/ur.
  • Lurta og eygleið.
  • Greið týðiliga frá, hvat ið ber til, og hvat, ið ikki ber til.
  • Tosa greitt og við einføldum orðum/setningum.
  • Ver hjálpsom/hjálpsamur.
  • Ver ikki dominerandi ella undirgevandi.
  • Halt hóskandi frástøðu.
  • Gev tær góða tíð og leyp ikki framav.

 

Góð ráð um málburð, ið kann linka konfliktina

  • Nýt “eg”-setningar.
  • Ver rólig/ur á máli.
  • Lurta heldur enn at práta.
  • Tosa konkret.
  • Fokusera uppá nútíð og framtíð.
  • Fokusera uppá málið, ikki persónin.

 

Tá ið óhappið er hent:

Hóast fyribyrgjandi átøk og mannagongdir, so inniber arbeiði við menniskjum ofta vanda fyri at starvsfólk kunnu verða úti fyri harðskapi, hóttanum ella øðrum ágangi. Í hesum sambandi er tó umráðandi, at hond verður tikin um starvsfólkið eftir eitt tílíkt arbeiðsóhapp, til tess at tálma møguligum sálarligum løstum.

Sálarlig reaktión er vanlig, tá ið starvsfólk hevur verið úti fyri harðskapi ella hóttan. Reaktiónin kemur tó ikki altíð beinanvegin.

Fyri at fyribyrgja at starvsfólk fáa varandi mein er umráðandi at tann, ið var úti fyri harðskapi ella hóttanunum, skjótast gjørligt sleppur framat at tosa við onkran. Bæði leiðarar, starvsfelagar, familja og vinir kunnu hava stóran týdning í eini tílíkari støðu.

Mælt verður til at arbeiðsplássið hevur fastan framferðarhátt, tá ið starvsfólk hevur verið fyri harðskapi ella hóttan. Defusing og debriefing eiga at verða partar av hesum framferðarhátti.

Harðskapsmál og hóttanir skulu fráboðast Arbeiðseftirlitinum sum arbeiðsóhapp (nýtt link til nýggja heimasíðu). Sum útgangsstøði eiga tílík mál eisini at verða fráboðað løgregluni.

Tillagan av arbeiðsuppgávum kann verða neyðug dagarnar eftir tilburðin.

 

Uppfylging

Beint eftir at harðskapurin er farin fram, skal arbeiðsgevarin tryggja, at harðskapsrakta starvsfólkið ikki er einsamalt. Sálarlig fyrstuhjálp skal gevast. Hetta kann innibera:

  • Ró rundan um harðskapsrakta.
  • Góðtakan av øllum kenslum.
  • Vís umsorgan og nærveru.
  • Nøkta tørvinum hjá harðskapsrakta.
  • Lurta – spyr inn til støðuna.

 

Lat vera við at:

  • Sjálv/ur at tosa og stýra samrøðuna.
  • Fortelja um egnar upplivingar.
  • Lítilsgera.
  • Analysera og forklára.
  • Lata harðskapsrakta vera einsamallan.
  • Kritisera ella geva harðskapsrakta skylduna.