Fyribyrging og góð ráð - leiðari

Sambært arbeiðsumhvørvislógini hevur arbeiðsgevarin høvuðsábyrgdina av, at arbeiðið kann útinnast trygdar- og heilsuliga ráðiligt. Hetta merkir, at likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið hvørki yvir styttri ella longri tíðarskeið skal skerja trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum.

Arbeiðsgevarin eigur at skapa sær eitt yvirlit yvir møguligar vandar fyri harðskapi ella hóttanum og leggja eina ætlan um fyribyrging av harðskapi og hóttanum.

 

Útgreining av aktuellu støðuni viðvíkjandi harðskapi og hóttanum

Byrja við at fáa greiðu á, hvussu støðan á arbeiðsplássinum er í dag. Hvørjir eru trupulleikarnir og hvussu kunnu teir loysast? Ráðiligt er at spyrja starvsfólkini um, hvussu tey uppliva arbeiðsumhvørvið. Hetta kann gerast gjøgnum arbeiðsumhvørviskanningar, starvsfólkafundir og prát við starvsfólkini. Tað er gott at starvsfólk medvirka og tosa opið um tingini.

 

Váðameting   

Við støði í útgreiningini skal ein meting gerast yvir hvussu stórur vandin fyri at verða úti fyri harðskapi ella hóttanum er, umframt hvørjar møguligu fylgjurnar eru.

Tríggir einfaldir spurningar eru kjarnan í risikometingini:

  • Hvat kann ganga galið?
  • Hvat kunnu vit gera fyri at forða hesum?
  • Hvat kunnu vit gera fyri at minka um fylgjurnar?

Út frá hesum eigur ein arbeiðsætlan at verða gjørd, soleiðis at ítøkiligar broytingar verða framdar til tess at gera arbeiðsplássið tryggari. Arbeiðsætlanin má innihalda tíðarfreistir og staðfesta, hvør ið hevur ábyrgdina av at ítøkiligu tiltøkini verða framd. Arbeiðsætlanin inniber ætlanir og tiltøk fyri hvussu vandarnir skulu minkast.

 

Arbeiðsætlanin eigur at umfata:

  • Fyribyrging.
  • Handfaran av støðuni.
  • Uppfylging.
  • Skráseting av tilburðum.
  • Upplæring.
  • Krepputilbúgving.

 

Upplæring og kunning

Góð og gjøgnumførd upplæring ger arbeiðsdagin tryggari fyri starvsfólkini. Øll starvsfólk eiga at kenna og duga aktuellu rutinurnar fyri at kunna verða við til at fyribyrgja harðskapi á arbeiðsplássinum. Hetta umfatar m.a. hvussu starvsfólk bera seg at mótvegis hóttandi persónum, kunnleika til ávaringarrutinur og líknandi. Í summum førum kann verða neyðugt við upplæring í sjálvverju.

 

Hølisviðurskifti og innrætting

Við nýbygging eigur vandin fyri harðskapi at verða tikin við longu tá ið ætlanirnar um at byggja verða gjørdar.

Serliga rýmingarvegir hava stóran týdning fyri trygdina hjá starvsfólki. Rýmingarvegir forða fyri at starvsfólk kunnu verða afturhildin.

Atgongd til knívar ella annan reiðskap/lutir, ið kunnu nýtast sum vápn eigur at verða avmarkað.

Í stuttum er eitt skipað heilsu, umhvørvis-og trygdararbeiði vegurin fram til fyribyrging av harðskapi og hóttanum.

Tað snýr seg um at:

  • Kortleggja vandarnar.
  • Meta um vandarnar.
  • Gera ætlanir og raðfesta tiltøk.
  • Seta í verk tiltøk.
  • Eftirmeta.

 

Trygdarrutinur

Fyribyrgjandi rutinur og mannagongdir kunnu forða ella tálma harðskapi og hóttanum. Tað er serliga umráðandi, at starvsfólkið hevur ein starvsfelaga hjá sær í støðum, har ið vandi fyri harðskapi kann væntast.

Rutinurnar eiga at vera øllum starvsfólkum kunnigar og eiga altíð at vera dagførdar.

Allir harðskapstilburðir ella hóttanir eiga at verða skrásett og fylgd upp av arbeiðsgevara.

 

Vakmyndaeftirlit og ávaringarskipanir

Álopsalarmar, innanhýsistelefonir, hurðavakt og vakmyndatól kunnu verða við til at økja um trygdina.

Treytin er tó, at starvsfólk kenna til mannagongdina, tá ið ein alarmur fer frá.

Útgerð eigur at verða royndarkoyrd við jøvnum millumbilum.

 

Tá ið óhappið er hent:

Hóast fyribyrgjandi átøk og mannagongdir, so inniber arbeiði við menniskjum ofta vanda fyri at starvsfólk kunnu verða úti fyri harðskapi, hóttanum ella øðrum ágangi. Í hesum sambandi er tó umráðandi, at hond verður tikin um starvsfólkið eftir eitt tílíkt arbeiðsóhapp, til tess at tálma møguligum sálarligum løstum.

Sálarlig reaktión er vanlig, tá ið starvsfólk hevur verið úti fyri harðskapi ella hóttan. Reaktiónin kemur tó ikki altíð beinanvegin.

Fyri at fyribyrgja at starvsfólk fáa varandi mein er umráðandi at tann, ið var úti fyri harðskapi ella hóttanunum, skjótast gjørligt sleppur framat at tosa við onkran. Bæði leiðarar, starvsfelagar, familja og vinir kunnu hava stóran týdning í eini tílíkari støðu.

Mælt verður til at arbeiðsplássið hevur fastan framferðarhátt, tá ið starvsfólk hevur verið fyri harðskapi ella hóttan. Defusing og debriefing eiga at verða partar av hesum framferðarhátti. Harðskapsmál og hóttanir skulu fráboðast Arbeiðseftirlitinum sum arbeiðsóhapp (nýtt link til nýggja heimasíðu). Sum útgangsstøði eiga tílík mál eisini at verða fráboðað løgregluni.

Tillagan av arbeiðsuppgávum kann verða neyðug dagarnar eftir tilburðin.

 

Uppfylging

Beint eftir at harðskapurin er farin fram, skal arbeiðsgevarin tryggja, at harðskapsrakta starvsfólkið ikki er einsamalt. Sálarlig fyrstuhjálp skal gevast. Hetta kann innibera:

  • Ró rundan um harðskapsrakta
  • Góðtakan av øllum kenslum
  • Vís umsorgan og nærveru
  • Nøkta tørvinum hjá harðskapsrakta
  • Lurta – spyr inn til støðuna
  • lat vera við at:
  • Sjálv/ur at tosa og stýra samrøðuna
  • Fortelja um egnar upplivingar
  • Lítilsgera
  • Analysera og forklára
  • Lata harðskapsrakta vera einsamallan
  • Kritisera ella geva harðskapsrakta skylduna