Fráboðan um arbeiðsóhapp

Eitt arbeiðsóhapp ella ein arbeiðsvanlukka er sambært arbeiðsumhvørvislóggávuni ein persónskaði, ið er hendir orsakað av einum arbeiði í tænastu fyri ein arbeiðsgevara, og sum hevur við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin.

Slíkar hendingar, umframt allar eitranir, skulu fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sum skjótast, og áðrenn 9 dagar eru farnir.

Er talan um álvarsligar vanlukkur og eitranir, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið verða fráboðað beinanvegin umvegis telefon. 

Hvussu skal fráboðast?

Arbeiðsóhapp kunnu fráboðast talgilt til Arbeiðs- og brunaeftirlitið á heimasíðuni hjá stovninum, sí Fráboða arbeiðsóhapp/arbeiðsvanlukku.

Arbeiðsóhapp/arbeiðsvanlukkur kunnu tó framvegis fráboðast við einum oyðublaði frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum: Oyðublað. Oyðublaðið skal sendast til Arbeiðseftirlitið við telduposti til vanlukkur@arb.fo ella við vanligum posti til ‘Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, 100 Tórshavn'.

Hvør skal boða frá?

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at boða frá teimum vanlukkunum, sum raka hansara arbeiðsfólk. Rakar ein vanlukka onkran, sum ikki arbeiðir í fyritøkuni, eigur viðkomandi sjálvur at syrgja fyri, at boðað verður frá. Eisini tey, sum eiga ella brúka maskinur, hava skyldu at boða frá vanlukkum.

Tilgongdin víðari

Seinast 2 arbeiðsdagar eftir móttøku av skaðafráboðanini verður ein móttøkuváttan send arbeiðsgevaranum, tí skaðarakta og møguligum starvsfólkavaldum trygdarumboðum á arbeiðsplássinum.   

Seinast 2 vikur eftir móttøku av móttøkuváttanini verður eitt skriv sent til omanfyri nevndu partar um, hvørt Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger meira við málið ella ikki.

Endurgjald og Føroya Vanlukkutryggingarráð

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur ikki lóggávuna um endurgjald í sambandi við avleiðingar av arbeiðsskaða. Føroya Vanlukkutryggingarráð tekur avgerðir í málum viðvíkjandi arbeiðsskaðum, herundir eisini mál um vinnusjúku vegna arbeiði.

Føroya Vanlukkutryggingarráð er á C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn.

Teldupostur: fvr@sorinskrivarin.fo

Tlf.: 31 10 03