Spreingievni og spreingiarbeiði v.m.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur lóggávuna um spreingievni og spreingiarbeiði v.m. Endamálið við lógini er at fyribyrgja skaða í sambandi við spreinging til tess at verja lív, heilsu, umhvørvi, materiel virðir og aðrar vandastøður yvirhøvur.

Lógin umfatar viðurskifti, ið snúgva seg um innflutning, flutning, goymslu av spreingievni, útinnan av spreingiarbeiði og aðra handfaring av spreingievni á landi.  

Lógin umfatar bæði tilætlaða og ótilætlaða spreinging. Tilætlað spreinging fevnir um fyriskipaða spreinging t.d. í sambandi við eitthvørt arbeiði, meðan ótilætlað spreinging ikki er fyriskipað, men sum er óvæntað.

Lógin fevnir um spreingievni og spreingiarbeiði, sum fer fram á landi. Flutningur sjóvegis er umfataður av ábyrgdarøkinum hjá Sjóvinnustýrinum.