Vinnukaving

Vinnuligt kavaraarbeiði á landleiðini, á føroyskum sjóøki og frá føroyskum skipum kann bert verða útint av persónum, sum hava vinnukavarabræv.

Vinnukavarabræv er at skilja sum eitt loyvi hjá kavara til at útinna eina vinnuliga kavarauppgávu, sum fer fram undir vatnlinjuni, og har neyðugt er at nýta andingarevni til tess at kunna útinna uppgávuna. Eisini verður gjald vanliga tikið fyri kavaraarbeiði.

Vinnuligar kavarauppgávur kunnu eisini fevna um serligar uppgávur, sum hava við bjargingar og tílíkt at gera, uttan mun til um arbeiðið verður gjørt fyri eitt gjald ella ikki.  

Tann, ið biður ein persón um at útinna eitt kavaraarbeiði, skal tryggja sær, at viðkomandi hevur vinnukavarabræv, sum samsvarar við arbeiðið, ið skal gerast.

Nærri útgreinað krøv eru undir lóg og kunngerðir um vinnukaving.

Vinnukavaraútbúgving

Fyri at fáa bræv sum vinnukavari skal umsøkjarin prógva:

  • at hann hevur útbúgving
  • at hann er fyltur 18 ár, og
  • at heilsustøðan er nøktandi. – sí oyðublað til læknakanning.

Útbúgving sum vinnukavari til eitthvørt endamál, undir hesum eisini vinnukavarahjálparfólk, kann fáast á einum kavaraskúla ella á einum kavaraskeiði, sum er góðkent av Próvtøkunevndini fyri kavaravinnu.

  • Próvtøkunevndin skipar fyri próvtøkum og kavararoyndum og skrivar próvtøkuskjalið.
  • Próvtøkunevndin kann nýta próvdómara, sum ikki er limur í próvtøkunevndini, til próvtøkur og kavararoyndir.
    Próvtøkunevndin er eisini góðkenningarnevnd, sum skal góðkenna kavaraskúlar og kavaraskeið.

Sí eisini sersíðuna um vinnubræv til vinnukavarar og kavarahjálparar

Útinnan av arbeiði og hvíldartíð

Leiðarin í einum kavaraarbeiði skal vegleiða kavarar og hjálparfólk og hava eftirlit við teimum, fyri at tryggja, at arbeiðið verður gjørt á ein trygdar- og heilsuliga fult forsvarligan hátt.

Kavarar og hjálparfólk skulu fylgja leiðbeiningunum, sum verða givnar í sambandi við eitt kavaraarbeiði, og somuleiðis gera sítt til, at tær fyriskipanirnar, sum eru framdar fyri at tryggja, at kavari og hjálparfólk ikki vera fyri vanlukku ella skaðiligum árini, virka eftir ætlan.

Arbeiðstíðin hjá kavarum skal verða skipað soleiðis, at í hvørjum samdøgri, roknað frá tí at arbeiðið byrjar, skulu kavarar hava eina hvíldartíð, ið er minst 11 samfeldar tímar, bæði tá kavað verður frá landi og frá skipi.

Sí reglur og vegleiðingar um kavaravinnu og kavaraútgerð.

Kavaraútgerð o.a.

Kavaraútgerð og kavarahjálpitól o.tíl. skulu vera konstruerað, framleidd og útgjørd á ein slíkan hátt, at tey eru trygg og álítandi hjá kavarum, hjálparfólkum og øðrum at nýta.

Kavaraútgerð, undir hesum kavarahjálpitól, ið verða brúkt til kavaraarbeiði ella verða leiga út o.tíl., skulu verða kannað regluliga av eigaranum.

 Sí eisini Løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð.