Fýrverk

Reglarnar fyri útvegan, goymslu og nýtslu fýrverki eru ásettar ílægtingslóg um fýrverk og kunngerð fýrverk Endamálið við reglunum er at forða fyri at fólk ella ongnir fáa skaða av fýrverki. 

Myndugleikin á økin er býttur millum Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Landfúta. 

 

Góð ráð í samband við nýtslu av fýrverki

  • Les brúkaravegleiðingina gjølla. Ansið eftir, at fýrverkið ikki hevur fingið skaða. Fýrverk, ið er skatt, skal ikki brúkast.
  • Brúka altíð verndarbrillur, vaksin sum børn.
  • Fýrverk skal brúkast uttandura og burtur frá fólkatrunka.
  • Hav ikki fýrverk í lummanum, men í plastikposa.
  • Set rakettir í ein tryggan haldara, gjørdir til endamálið. Stingið ikki stelkin í bøin ella í kavan.
    Ansa eftir, at rakettir fara beint uppeftir.
  • Fest í fjúsið við strektum armi – bend teg ikki inn yvir fýrverk.
  • Far ikki aftur til fýrverk, rakett, sum ikki vildi ganga av.
  • Fest bara í eitt skotevni ísenn.
  • Kasta ikki fýrverk eftir fólki ella djórum.
  • Ansið eftir smábørnunum.
  • Ávirkað fólk skulu ikki fáast við fýrverk.
  • Bið um vegleiðing á útsølustaðnum um verndarbrillur, raketthaldarar og trygdina annars.