Privatlívspolitikkur

Samskifti við Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Tá ið tú skrivar til okkara, mæla vit til, at tú nýtir teldupost. Hetta er skjótari og lættari hjá okkum at avgreiða. Hevur tú spurningar um tíni rættindi í samband við viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við Arbeiðs- og brunaeftirlitið:  

Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Eirargarður 2, 2. hædd
100 Tórshavn

Telefon: 66 44 00
Teldupost: arb@arb.fo 

Alt samskifti skal vera skrivligt og viðmerkjast persónsdáta.

Sambært dátuverndarlógini skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið upplýsa teg um fylgjandi:

  • Hvør hevur ábyrgdina av teimum upplýsingum, tú letur Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
  • Endamálið og rættargrundarlagið undir viðgerðini av tínum persónsupplýsingum
  • Hvørji tíni rættindi eru
  • Hvaðani persónsupplýsingarnar eru útvegaðar
  • Hvørt persónsupplýsingarnar verða latnar øðrum, og um so er, hvørjum tær verða latnar
  • Varðveitslu av tínum persónsupplýsingum, til dømis hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar
  • Samband við Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er dátuábyrgdari

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur ábyrgdina av persónsupplýsingum um teg, sum stovnurin viðger. Sum dátuábyrgdari skulu vit tryggja, at viðgerðin av tínum upplýsingum samsvarar við dátuverndarlógina.

Vit skulu millum annað tryggja:

  • At vit hava loyvi at viðgera tínar persónsupplýsingar. Tað vil siga, at vit til dømis skulu tryggja okkum lógarheimild, samtykki ella, um neyðugt, viðgerðarloyvi
  • At tú kanst útinna tíni rættindi
  • At møgulig brot á dátutrygdina verða fráboðað Dátureftirlitinum

Tíni rættindi til persónsupplýsingar

Sambært dátuverndarlógini hevur tú fleiri rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Ynskir tú at útinna tíni rættindi, kanst tú seta teg í samband við Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Rætturin at síggja upplýsingar - rætturin til innlit

Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Kortini kunnu vit møguliga nýta upplýsingarnar til at viðgera onnur lóglig endamál.

Rætturin til at biðja um rætting, striking ella steinging 

Í serligum førum hevur tú rætt til at biðja okkum um at rætta, strika ella steingja persónsupplýsingar, sum eru skeivar, villleiðandi ella viðgjørdar í ósamsvar við lóg ella ásetingar, heimilaðar í lóg. Rætturin er ikki avgerandi, tí ávísar upplýsingar kunnu ikki strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og endamál geva Arbeiðs- og brunaeftirlitinum rætt til at varðveita persónsupplýsingarnar.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Um stovnurin viðger tínar persónsupplýsingar við støði í samtykki, hevur rætt til at taka títt samtykki aftur, tá tú vilt. Hetta gert tú á sama hátt, sum tá tú gavst samtykkið. Gev gætur, at tekur tú eitt samtykki aftur, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu. Harumframt halda vit eisini fram at brúka tínar persónsupplýsingar, til dømis fyri at halda eina avtalu, vit hava gjørt við teg, ella um vit hava ein lógarásettan rætt til at gera hetta.

Rætturin til at kæra

Ávísar løgfrøðiligar fyriskipanir avmarka vavið í mun til, hvussu langt skyldur og rættindi røkka. Millum annað fevnir rætturin til innlit og upplýsingarskyldu ikki um persónsupplýsingar, um:

  • Tær kunnu skaða landsins trygd, verju ella samskifti við útlendskar tjóðir ella felagsskapir, koma tær í ljósmála
  • Tær eiga at dyljast við atliti at fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsókn í revsimálum
  • Ikki er ráðiligt, at skrásetti fær kunnleika um upplýsingarnar við fyriliti til heilsuna hjá skrásetta ella tøtt persónssambond við skrásetta
  • Tær eru fevndar av tagnarskyldu ásett í lóg
  • Tær eru í innanhýsis arbeiðsskjølum og eru ikki útflýggjaðar øðrum
  • Áhugin hjá skrásetta at fáa kunning víkir fyri almennum ella privatum áhugamálum

Um innlit verður noktað, skal grundgevast fyri hesum við tilvísing til heimildina.

Fyri upplýsingar, sum verða fyrisitingarliga málsviðgjørdar fyri almennu umsitingina, kunnu frávik gerast í rættinum til innlit samsvarandi ásetingunum í lógini um alment innlit § 2, §§ 7-11 og § 14.                    

Hvørjar upplýsingar geva vit um teg, og hvat er rættargrundarlagið?

Í summum førum er neyðugt hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at savna upplýsingar um teg, til dømis, um vit skulu viðgera eitt mál. Hetta kunnu vera upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum ella í felagsskráum. Í øðrum førum biðja vit um upplýsingar, tá tú vendir tær til okkara ella brúkar eina sjálvvirkandi tænastu.

Vit savna einans upplýsingar, sum okkum tørvar til at viðgera títt mál. Sum myndugleiki hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið aloftast heimild í lóg at viðgera tínar persónsupplýsingar, umframt hvørjar upplýsingar, vit kunnu savna inn. Um heimildin ikki er lógarfest, biðja vit um samtykki frá tær, áðrenn vit savna upplýsingar.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit savna upplýsingar um teg í samband við títt mál í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Tað umsitingarøki, sum viðger tínar upplýsingar, hevur skyldu til at upplýsa teg um hetta í samband við málsviðgerðina.

Hvussu goyma vit upplýsingar?

Á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum menna vit áhaldandi, hvussu vit á besta hátt tryggja, at tínar upplýsingar eru goymdar trygt. Eru upplýsingarnar talgildar, verða tær goymdar í eini tryggari skipan. Hetta er galdandi bæði fyri upplýsingar, sum vit sjálvi savna inn og fyri upplýsingar, sum vit fáa frá tær í samband við eitt mál.

Illgruni um at óviðkomandi hevur fingið atgongd til persónsupplýsingar

Arbeiðs- og brunaeftirlitið leggur dent á at fyribyrgja trygdarbrot. Hetta gera vit millum annað við at tryggja okkara kt-skipanir og fysisk hølir og við at útbúgva og menna okkara starvsfólk so hvørt, tá tað snýr seg um at viðgera persónsupplýsingar. Hóast vit gera fyribyrgjandi virksemi, kunnu trygdarbrot henda. Tí er umráðandi, at tú setur teg í samband við Arbeiðs- og brunaeftirlitið, um tú hevur illgruna um trygdarbrot.

Hevur tú illgruna um, at onkur óviðkomandi hevur fingið atgongd til tínar persónsupplýsingar, skalt tú seta teg í samband við Arbeiðs- og brunaeftirlitið skjótast gjørligt. Upplýsingar um samband finnur tú niðanfyri.

Ábyrgd og samskifti

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er dátuábyrgdari. Hevur tú spurningar ella áheitanir viðvíkjandi persónsupplýsingum og dátutrygd ella møguligum trygdarbrotum, skalt tú boða okkum frá hesum. Stovnurin vegleiðir og tryggjar tær, at tú fært fatur á rætta persóni og kanst fáa viðkomandi vegleiðing. 

 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Eirargarður 2, 2. hædd
100 Tórshavn

Telefon: 66 44 00
Teldupost: arb@arb.fo  

Alt samskifti skal vera skrivligt og viðmerkjast persónsdáta.

Leinkjur

Á heimasíðuni hjá føroyska dátueftirlitinum finnur tú fleiri upplýsingar um dátutrygd og verju av persónsupplýsingum.