06. jul. 2020

Klaksvíkar Sleipistøð fingið løggilding sum serkønur veitari

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur tikið avgerð um at løggilda Klaksvíkar Sleipistøð (KSS) sum serkønan veitara mótvegis myndugleikanum at gera 12 mánaðarkanningar og umvælingar av persónslytum.

Løggildingin er latin sambært kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Løggildingarlistin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er at finna á https://arb.fo/143

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd